Munurin millum rættingarnar hjá "Tórshavn"

Content deleted Content added
s bottur leggur aftrat: ang:Þunreshæfen
Linja 27:
 
== Søga ==
[[Mynd:Tinganes.jpg|thumb|left|250px|[[Tinganes]]]][[Mynd:Torshavn.png|thumb|right|300px|Kort av býnum.]][[Mynd:First_photo_of_a_football_match_in_the_Faroe_Islands_1909.jpg|thumb|right|300px|[[GundadalurHoydalar]] er høvustaðin í [[Føroyar|Føroyum18. juli]] fyri [[Ítróttur|sport1909]].]]
Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har [[Føroyar|føroyingar]] hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og haruframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir [[Føroyar|føroyskum]] mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust [[Føroyar|føroyingar]] - til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár [[999]], at [[Føroyar|føroyingar]] skuldu taka við [[Kristindómur|kristnari]] trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist [[handilsstaður]] og miðstøð [[Føroyar|føroyinga]].
 
Linja 38:
Á nesinum og uttan um [[Eystaruvág]] var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í [[1856]]. Byrjanin til tann [[Føroyar|føroyska]] fiskiflotan varð løgd, tá [[Trappubrøðurnir]] úr Havn keypa sluppina [[Fox]]. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í [[1927]] var Tórshavnar Havn ein veruleiki.
 
Havnin gjørdist keypstaður tann [[1. januar]] [[1909]] og býurin er í støðugari menning. Síðan [[1974]] er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við [[Kaldbak]], [[Hoyvík]], [[Argir]], [[Nólsoy]], [[Hest]] og [[Kollafjørð]]. Í [[1801]] var íbúgvaratalið í Havn 554, í [[1950]] 10 ferðir so stórt - 5.607. Í [[2005]] var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 19.268.
 
== Ítróttur ==