Munurin millum rættingarnar hjá "Teitur Lassen"

Content deleted Content added
Wutsje (kjak | íkøst)
+ image
No edit summary
Linja 1:
[[ImageMynd:Teiturpiano.jpg|thumb|right|thumb250px|Teitur Lassen]]
'''Teitur Lassen''' er føddur í [[Føroyar|Føroyum]] í [[1977]]. Hann er ein tann fremsti [[Føroyar|føroyski]] sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er Singersinger/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið [[Universal]], givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45.000 eintøk) undir heitinum "[[Poetry and Aeroplanes]]".
 
 
== Lívssøgan hjá Teiti ==
 
Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik, men hvør hevði trúð, at hesin bleiki og klæntrasligi havnadrongurin fór at sleppa á konsertferðir til [[Kanada]] og skapa sær ein stóran fjepparaskara bæði heima og uttanlands.
Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin [[Mark No Limitz]], har kend fólk sum [[Mark Joensen]] og [[Malan Eyðunsdóttir]] spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í [[Prix Føroyar|Prix Føroyum]] í 1997 og endaði við at vinna kappingina.
Linja 12:
Teitur kendi seg ikki væl at samstarva við [[Universal]]. Í 2005 gekk sáttmálin hjá honum út. Hann stovnaði við [[Christian Ulf-Hansen]] egið plátufelag, kallað [[Arlo & Betty recordings Ltd.]] Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti.
Longu í 2006 kom fløgan “[[Stay under the Stars]]” út. “[[Stay under the Stars]]” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “[[Louis, Louis]]” og “[[Don´t want you to wake up]]” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til [[USA]] og [[Kanada]], hann spældi nógv í norðanlondum og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “[[Stay under the Stars]]” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “[[Káta Hornið]]”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíl sum “[[Sólin og regnið]]”, men so var als ikki. “[[Sólin og regnið]]” og “[[Káta Hornið]]” eru torførar at samanlíkna. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “[[Káta Hornið]]” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teitur” og “Vælkomin heim Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtara-fjøld.
[[DMA]] er eitt award-show, ið verður hildið í [[Danmark]]. Teitur vann heitið sum besti sangari í [[Danmark]] ár 2007. Mæt nøvn sum [[Simon Kvam]], [[Troels Abrahamsen]] og [[Thomas Helmig]] vóru nomineraðir til sama heiti. Men klæntrasligi havnadrongurin vann á teimum øllum, og valdi at geva sína takkar-talu á [[Føroyskt (mál)|føroyskum]].
Teitur býr enn í London. Hann skrivar sangir og løg av hjartans hugi, og hann arbeiðir við tí nýggju fløguni, “[[The Singer]]” ið kemur út í februar 2008.
 
== Ritverkið hjá Teiti ==
 
Teitur Lassen hevur givið 4 fløgur út, og tann 5. kemur í februar. Av tí, at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í [[Mark No Limitz]], slapp hann undan at markera seg av nýggjum. Hetta gjørdi bara, at fleiri fólk keyptu fløguna “[[Sólin og regnið]]”. Fólk vóru als ikki bergtikin av fløguni. Tey hildu, at hon var einkisigandi. Tó eru tað nógv, ið halda, at “[[Sólin og regnið]]” er besta fløgan hjá Teiti. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vóru skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og var nevnd “[[Poetry and Aeroplanes]]”. “[[Poetry and Aeroplanes]]” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan var sera væl seld í Amerika. “[[Poetry and Aeroplanes]]” var sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í samband við útgávuna.
Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “[[Stay under the Stars]]” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur áfram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleika. Fløgan var á top-10 listum í [[Danmark]], og Teitur var biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Sjálvt um »Stay Under the Stars« hevur selt betur í Evropa enn “[[Poetry and Aeroplanes]]”, so er søgan júst tann øvugta í [[USA]], ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti.
 
<blockquote>
Line 52 ⟶ 53:
 
== ''Louis, Louis'' ==
 
Sangurin “[[Louis, Louis]]” er at finna á fløguni “[[Stay under the Stars]]” og var fyrsta hitt’ið á fløguni.
Sangurin er vígdur til [[Louis Armstrong]], mæta amerikanska jazz-trompetistin, komponistin og sangaran, ið verður sæddur sum ein legenda í dag. [[Louis Armstrong]] var ein sera nógv umhildin maður, og tónleikurin hjá honum var væl umtóktur. Teitur heitir á Louis um at koma aftur til ''“the quiet generation”'' . Hetta ættarliðið hevur ikki sett sítt mark í sama mun sum tey eldru ættarliðini.
Line 59 ⟶ 61:
 
== ''Tokspor'' ==
 
“[[Tokspor]]” er av fløguni “[[Káta Hornið]]”.
“[[Tokspor]]” snýr seg um stórbýin í mun til [[Tórshavn|Havnina]]. [[Tórshavn|Havnin]] er minsti høvuðsstaður í heiminum, og í mun til ein stórbý kann [[Tórshavn|Havnin]] virka eitt sindur gimmut. Sangurin viðger [[Tórshavn|Havnina]] í mun til ein stórbý – stórbýir mennast alla tíðina. Netverkið víðkast og samskiftismøguleikarnir mennast. Stórbýurin er ein livandi vera, har alt kann henda ''“Har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn”'' Tað er okkurt friðleyst elektriskt yvir stórbýnum. Eingin sleppur undan – tað er pulsurin í býnum. Havnin er ikki ment á sama hátt sum býir vanliga mennast. [[Tórshavn|Havnin]] er jú í veruleikanum “ein lítil bygd”, ið Teitur sjálvur sigur í sanginum hjá sær “[[Havnin er ein lítil bygd]]”, eisini av fløguni “[[Káta Hornið]]”. Í Havn er einki at ivast í. Man dugur ''“(...) fuglanna song frammanundan”'' og hevur ikki tørv á leiðbeining. Her kennir man seg heima. Tá man situr í einum toki, fær man ikki rættiliga strekt beinini hjá sær, men tá man kemur til [[Tórshavn|Havnar]], fær man strekt beinini hjá sær. Á ein hátt hevur man minni rúm sum einstaklingur í stórbýnum í mun til í [[Tórshavn|Havn]] . Í [[Tórshavn|Havnini]] ber til at ''“(...) strekkja síni troyttu bein”'' . Ikki sita í einum toki, men heldur koma út. Tá man er í einum stórbýi, er man so ómetaliga nær fysiskt, men man er langt burtur frá hvørjum øðrum mentalt. Hetta ber næstan ikki til at vera í einum so lítlum samfelagi sum í [[Føroyar|Føroyum]]. [[Tokspor]] røkka víða um, men tá ein hevur verið víða um og upplivað heimin er gott at hava møguleikan at venda aftur til heimstaðin.
Line 66 ⟶ 69:
 
== ''Útisetin'' ==
 
“[[Útisetin]] er at finna á “[[Káta Hornið]]”. Nú er tað so statt, at vit sum oftast noyðast av landinum fyri at útbúgva okkum. Í útvarpinum í dag varð sagt, at ¼ av føroyingum búgva uttanlands. Hetta er sjálvsagt ein stórur partur av Føroya fólki. Av tí sama hava vit nógvar útisetar. Teitur er ein av teimum.
Tá man fer uttanlands, mennist man og víðkar sjónarringin. Í einum samfelagi sum [[Føroyar]] er tað eitt ivamál, um tann breiði sjónarringurin hjá einum passar inn í hetta ofta snævurskygda samfelagið. Heldur enn at koma buldrandi við fremstafingri á lofti, spyr Teitur føroyingar, hvat hann skal taka við í sítt kuffert, um hann flytur heimaftur. Er tað pláss fyri tí, sum hann er vorðin eftir nógv ár á ferð í útlondum?
Line 82 ⟶ 86:
 
== ''All My Mistakes'' ==
 
“[[All My Mistakes]]” er seinasti sangur á “[[Stay Under the Stars]]”, og tað er sera passandi at enda við einum so vøkrum sangi. “[[All My Mistakes]]” er mín yndissangur, ið Teitur hevur gjørt. Sangurin sjálvur er sera einfaldur. Bert eitt klaver spælir afturvið røddini hjá Teiti. Teksturin er somuleiðis eisini einfaldur og friðarligur. Teitur fær reist nógvar viðkomandi spurningar við fáum orðum. Man fær meira at síggja av Teiti í hesum sanginum í mun til hinar sangirnir. “[[All My Mistakes]]” er meira persónligur. Tað kennist sum um, at Teitur hevur opnað hjartað hjá sær og skrivar um nakrar ávísar upplivingar, ið eru blivnar ein partur av honum. Hetta kundi væl verið eitt kærleiksforhold, ið er farið. Ístaðin at hókna undir og angra, at man fór inn í hetta av fyrstan tíð, ber til at hyggja at tí sum nakað, ið hevur dannað ein sum persón.
Sangurin sigur okkum, hvørjari støðu Teitur er í, og hvar hann kemur frá. Heitið á sanginum peikar eisini á hetta: “[[All My Mistakes]]” – øll míni mistøk. Í sanginum sigur hann “All my mistakes have become masterpieces” . Oftast er orðið mistak negativt løtt, men hetta heldur Teitur ikki er rætt. Mistøkini hava líka nógv at siga fyri ein sum persón sum alt annað hevur. Man lærir av mistøkunum hjá sær. Mistøkini gerast listaverk, har lívið er listaskálin.
Line 90 ⟶ 95:
Sum menniskju eru vit skjót til at døma onnur. Eingin kann døma ein og siga, hvør er vinnarin, og hvør hevur gjørt nakað skeivt. Vit fáa ymiskt burtur úr okkara upplivingum, og hetta er við til at skapa okkum sum persón.
Tað ber til at fáa sera nógv burturúr hesum sanginum. Sangurin kann til dømis tulkast út frá einum kristnum sjónarmiði. Sangurin viðger eisini styrkina í at fyrigeva. Tað krevur sín mann at fyrigeva næsta sínum og ikki bera alsk. Soleiðis viðger teksturin evni, ið menniskjað hugsar um og setur spurning við.
 
 
== Tíðarrák ==
 
Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »[[Káta Hornið|Káta horninum]]« gongur í fótasporunum hjá [[Kári P.|Kára P]]. í 70'unum og [[Frændir|Frændum]] í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.
 
Line 102 ⟶ 107:
 
== Útgávur ==
* [[2001]] '''Teitur – Singer/Songwriter''' EP.
* [[2003]] '''[[Poetry & Aeroplanes (cd)]]'''.
* [[2006]] '''Stay under the Stars'''.
* [[2007]] '''Káta Hornið'''
* [[2008]] '''The Singer'''
 
* [[2001]] '''[[Teitur – Singer/Songwriter''']] EP.
umframt:
* [[2003]] '''[[Poetry & Aeroplanes (cd)]]'''.
* [[1998]] '''Jólafløgan''' skering 12.
* [[19982006]] '''Sov[[Stay blíttunder ogthe søtt''' skering 16Stars]].
* [[2007]] '''[[Káta Hornið''']].
* [[2008]] '''[[The Singer''']].
 
=== Umframt ===
 
* [[1998]] '''[[Jólafløgan''']] skering 12.
* [[1998]] [[Sov blítt og søtt]] skering 16.
 
== Hygg eisini at ==
 
sí eisini:* [[Mark No Limits]].
 
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar|Lassen, Teitur]]