Munurin millum rættingarnar hjá "Barsskor"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Barsskor''' var navnið á einum deksbáti, bygdur á [[Akranes]]i í [[Ísland]]i í [[1929]]. Frá umleið [[1960]] og fram til [[19. apríl]] [[2005]] røkti hann regluligu rutusiglingina úr [[Klaksvík]] til [[Kalsoy]]nna. Fyrru árini var siglt av Klaksvík til [[Oyndarfjørður|Oyndarfjarðar]], [[Elduvík]]ar og [[Funningur|Funnings]] umframt allar bygdirnar í Kalsoynni og [[Kunoy]]nni. Tá var siglt bygd av bygd: Av Klaksvík til [[Syðradalur|Syðradals]], síðani til [[Húsar]], so eystur um [[Kalsoyarfjørður|Kalsoyarfjørð]] aftur til Kunoyar og so vestur um fjørðin aftur til [[Mikladalur|Mikladals]] og at enda norður á [[Trøllanes]] - um tað viðraði. Innaftur til Klaksvíkar gekk rutan somu leið, men tá var ikki farið á allar bygdir, uttan so fólk skuldi umborð. So hvørt sum vegasambandið batnaði minkaði siglingin, og seinastu árini var bara siglt millum Klaksvík og Syðradal. Tá nýggj ferjulega varð tikin í brúk í [[Knúksdalur|Knúksdali]] á Kalsoynni, fór [[Strandfaraskip Landsins|strandfaraskipið]] [[Sam]] at røkja siglingina, og Barsskor var lagdur.
Eftir at Barsskor var lagdur, var avgjørt at selja bátin til Akranesar, sum er vinarbýur við Klaksvík, fyru 1 krónu. Báturin var tó liggjandi, og [[12. desember]] [[2008]] var hann upphøgdur í loyndum norðuri á [[Strond]] á [[Borðoy]]nni og burturbeindur - hóast aðrir áhugaðir keyparar høvdu latið boð inn fyri at varðveita bátin. Tað var [[Føroya Landsstýri]], sum umvegis [[Strandfaraskip Landsins]] átti Barsskor.
 
==
Kelda: ==
[[Norðlýsið]]
[http://www.nordlysid.fo Norðlýsið]