Munurin millum rættingarnar hjá "Einahandil"

Content deleted Content added
Nýggj síða: Í Føroyum hevur man haft nakað í eitur einahandil, tað er at man hevur ikki at dríva sín egna handil, tí tað er bara landi í sleppur at gera handil, ella okkurt annað fela...
 
sNo edit summary
Linja 4:
Miðskeiðis í stóra havnarlagnum í [[Tórshavn]], millum Eystaru- og Vestaruvág, liggur Tinganes, gamli tingstaður føroyinga. Vit vita frá Føroyinga søgu, at Tinganes longu í 900 talinum var tingstaður – fyrst sum “alting” við lóggevandi og dømandi myndugleika, men seinni í 1300 – 1400 talinum sum “løgting” einans við dømandi myndugleika.
 
Í 1271 stovnaði norski kongurin einahandil í [[TóshavnTórshavn]], og fylgjandi øldirnar var Tinganes handilsstaður føroyinga, stundum rikin av einstaklingum ella handilsfelagskapum, men at enda aftur sum kongaligur einahandil, beinleiðis undir danakongi. Í 1673 herjaði ein herviligur eldsbruni Tinganes og øll húsini ið stóðu uml. har myndin er tikin frá, brendu í grund.
 
Til vinstru á frímerkinum síggjast sokallaðu “Sethúsini” ella “Sethúsið úti í [[Tórshavn|Havn]]”. Hettar húsið varð bygt sama ár sum eldurin hevði herjað, og var upprunaliga krambúð, skrivstova og bústaður hjá embætisfólkinum á handlinum. Húsið er síðan nýtt til ymisk endamál, m.a. var tað í 20. øld gegl á loftinum. Nú á døgum rúma Sethúsini Haldils- og Vinnumálaráðið.