Munurin millum rættingarnar hjá "Franz Kafka"

1 byte lagt afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
(Add image from http://toolserver.org/~emijrp/imagesforbio/)
[[Mynd:Kafka portrait.jpg|thumb|right|Franz Kafka]]
'''Franz Kafka''' ([[1883]] - [[1924]]) var føddur og uppvaksin í [[PrahaPrauge]], [[Kekkia]]. Pápin var ein ríkur, [[Kekkia|kekkiskur]] keypmaður. Franz las [[løgfrøði]], men so líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at vinna til lívsins uppihald við slíkum lítið avbjóðandi skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av [[tuberklar|tuberklum]] og flutti á eitt sanatorium at búgva.
 
Kafka var sjúkliga kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í [[Berlin]] eftir [[1918]] vóru dropin. Hann doyði í [[1924]]. Hóast Kafka var [[Kekkia|kekki]], skrivaði hann allar sínar bøkur á [[týskt (mál)|týskum]]. Sjey teirra vórðu útgivnar, meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út, eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í [[1925]], "Das Schloss" í [[1926]] (óliðug) og "Amerika" í [[1927]].
127

rættingar