Munurin millum rættingarnar hjá "Bris"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 10:
 
Brisið framleiðir eisini ymisk hormon, sum hava ávirkan á hvussu tarmarnir flyta seg, og samanrykkingunum hjá æðrunum.
 
== Sjúkdómafrøði ==
Av tí at brisið er eitt goymslurúm fyri sodingarkveikar, ger at nakar skaði til tað kann verða deyðaligur. Um hol kemur á brisi, má ein fáa skjóta læknahjálp.
 
=== Bris ígerð ===
(Pancreatitis á enskum). Tað eru tvey sløg av [[ígerð|ígerðum]], ein kann fáa í brisið, bæði hava ymisk sjúkueyðkenni, og bæði tørva ymiska viðgerð:
 
*Akutt ígerð (acute pancreatitis) er ein ígerð, sum kemur sera skjótt, og er ofta úrslitið av alkoholismu ella gallsteini.
*Kronisk ígerð (chronic pancreatitis) er ein langvarandi ígerð í brisinum.
 
=== Diabetes mellitus ===
[[Diabetes mellitus]] er tann mest vanligi sjúkdómurin í brisinum. Bæði høvuðssløgini av diabetes mellitus eru úrslitið av, at okkurt er galið við brisinum. Við [[týpa 1 diabetes mellitus|týpu 1 diabetes mellitus]] er tað beinleiðis skaði hendir við β-kyknunum, sum so gera ov líti av insulini. [[Týpa 2 diabetes mellitus]] hevur ein fyrst [[insulin mótstøðu]], sum er kent við at ein hevur ov lítið av insulini, fyri at útfylla tørvin av tí. Hetta endar so við at β-kyknirnar gera meira insulin, til tær endaliga steðga at gera insulin, av yvirarbeiði.
 
=== Eksokrint bris trot ===
(Exocrine pancreatic insufficiency, ella EPI á enskum). Hetta er tá brisið ikki klárar at gera nokk av sodningarkveikum, so sodningin verður ófulgjørd. Fólk við EPI hava ofta systiska fibrosu ([[cystic fibrosis]] á enskum) [[Shwachman-Diamond Syndrom]]. EPI kemur av at tað er eitt vaksandi tap av kyknunum sum gera sodningarkveikar. Kronisk ígerð er tann mest vanligi orsøkin av EPI hjá fólkum. Tapið av sodningarkveikum ger at ein manglar føðsluevni.
 
=== Systisk fibrosa ===
(Cystic fibrosis, ella CF á enskum) er ein arvalig sjúka, sum ávirkar allan kroppin, og førir við sær vaksandi avlamni og ov skjótan deyða. CF kemur av, at ein mutatión er í cystic fibrosis transmembrane conductance regulator (CFTR) [[gen|geninum]]. Úrdrátturin av hesin geninum hjálpir við at gera [[sveitti|sveitta]], sodningarevni og slím. Tey flestu fólkini uttan CF hava tvey virkandi kopi av geninum, men bert eitt er neyðugt, fyri ikki at fáa CF; tí er CF ein [[autosomal recessive]] sjúka. Navnið "cystic fibrosis" kemur av at ein fær "fibrosis" (arrvevnaður) og "cysts" (bløðrir) innaní brisinum. CF ger varandi skaða í brisið, og ein kann eisini fáa pínifulla ígerð í tað.
 
== Kelda ==