Munurin millum rættingarnar hjá "Bris"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 3:
 
== Funktión ==
Brisið hevur í stóran mun bert tvær funktiónir í kroppinum; 99% av brisinum ger sodningarkveikar og bris-sevju, sum fer út í tólvfingurtarmin via wirsungs kanalini. Bris-sevjan saman við [[gall|gallinum]] frá [[livur|livrini]] niðurbróta feittevnir, sukurevnir og kveikar[[protein|proteinir]], sum koma frá magasekkinum. Hetta ger at tarmurin betri kann upptaka hesi evnini. Bris-sevjan er eisini ein [[lútur]], sum órinar [[sýra|sýruna]] frá magasekkinum.
 
Tað síðsta prosentið av brisinum er hormonframleiðandi vevnaður. Hesin vevnaður er í smáum oyggjum, sum verða kallaðar tær [[Langerhanskar oyggjar|Langerhansku oyggjarnar]]. Hesar kyknirnar framleiða hormonir sum regulera [[blóðsukur|blóðsukri]] í kroppinum. Tey mest umráðandi hormonini sum brisið ger er insulin og glukagon. Insulinið, sum verður gjørt í [[β-kykna|β-kyknunum}]] (beta-kykna), økir um sukurupptøkuna í ymsum kyknum; hjá t.d. [[vøddi|vøddakyknum]] tá ein íðkar ítrótt ella líknandi, og hjá livurkyknum har glukosan (eitt sukurevni) verður goymd sum [[glykogen]] í smáum goymslurúmum. Insulin tarnar samtíðis eisini útlátið av tilverandi goymslum av glykogeni. Insulin hevur eisini eina uppbyggjandi ávirkan á ymsarymisk kveikarprotein, og eina tarnandi ávirkan á niðurbrótingina av feitti og kveikumproteinum. Í stuttum tekur insulinið glukosu úr blóðinum og inn í kyknirnar, og av tí sama minkar konsentratiónin av glukosu í blóðinum (blóðsukri fellur). Hitt hormini, glukagon, sum verður gjørt í [[α-kykna|α-kyknunum]] (alfa-kykna) hevur uppá nógvar háttir øvuta ávirkan enn insulin, av tí at tað fær blóðsukri at hækka. Tað stimulerar livrina at frígeva glykogen goymslunar,; sumglykogeni verður síðani aftur verða umgjørdumgjørt til glukosu. Síðani stimulerar glucagonglukagon eisini útlátið av insulini, fyri at fáa kyknirnar í kroppinum at taka ímóti eitt sindur av glukosuni, í tí hækkandi blóðsukrinum.
 
Sukur ([[glukosa]]) er tann mest umráðandi orkukeldan hjá kroppinum, og tað er umráðandi at tað liggur innanfyri eitt vist øki, sum er uml. 4 - 6 [[mmol]]/L. Hetta er so tí t.d. [[heilin]] kann bert nýta glukosu sum eina orkukeldu, og ikki t.d. [[feitt]]. Um blóðsukri fellur ov langt niður kann ein fell í [[koma]] og fáa [[krampar]].
 
Brisið framleiðir eisini ymisk hormon, sum hava ávirkan á hvussu tarmarnir flyta seg, og samanrykkinginumsamanrykkingunum hjá æðrunum.
 
== Kelda ==