Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 5:
Summartíð hevur verið í gildi í [[Danmark]] í fleiri umførum. Fyrst í [[1916]], síðani aftur í [[1940]] - [[1948]]. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í [[Danmark]] síðani [[1980]]. Í [[Føroyar|Føroyum]] varð farið yvir til summartíð við støði í "[[Løgtingslóg]] nr. 66 frá [[21. mai]] [[1980]] um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 91 frá [[3. oktober]] [[2006]] um summartíð [[2007]], [[2008]], [[2009]], [[2010]] og [[2011]]". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í [[apríl]] og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í [[september]]. Síðan [[1996]] hava vit flutt til summartíð samstundis sum [[ES]]-londini, frá seinasta [[Sunnudagur|sunnudegi]] í [[mars]] til seinasta [[Sunnudagur|sunnudag]] í [[oktober]].
 
Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta [[sunnudagur|sunnudag]] í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta [[Sunnudagur|sunnudag]] í [[oktober]] verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið.