Munurin millum rættingarnar hjá "Marita Petersen"

Content deleted Content added
TXiKiBoT (kjak | íkøst)
s robot Adding: hu:Marita Petersen
No edit summary
Linja 1:
 
'''Marita Petersen''' ([[21. oktober]] [[1940]] í [[Vágur|Vági]] - [[26. august]] [[2001]]) var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] [[1993]] - [[1994|94]].
'''Marita Petersen''' (føddur ''Marita Johansen'' [[21. oktober]] [[1940]], [[Vágur]] - [[26. august]] [[2001]], [[Tórshavn]]) var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]] [[1993]] - [[1994|94]]. Marita Petersen er fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í [[Føroyar|føroyskum]] politikki. Í [[1993]] var hon tann fyrsti kvinnuligi [[løgmaður]]in í [[Føroyar|Føroyum]].
 
Í [[1988]] varð hon fyrstu ferð vald á ting. Frá [[1990]] – [[1993]] var hon landsstýriskvinna í mentamálum, har hon m.a gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í [[Føroyar|Føroyum]] og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag.
 
Tíðin, sum Marita var [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]], frá [[januar]] [[1993]] til [[september]] [[1994]], var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í [[Føroyar|Føroya]] [[Søga|søgu]]. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landið var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr [[Føroyar|Føroyum]] og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar.
Sum [[løgmaður]] stóð Petersen á odda fyri samráðingunum við [[Danmark|danir]] og [[Den Danske Bank]] fyri at forða fyri, at [[Føroyar]] fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at [[Føroyar|Føroya]] landsstýri keypti partabrøvini í [[Føroya Banka]] frá [[Den Danske Bank]]. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti [[Den Danske Bank]] fyri ikki at hava kunnað [[Føroyar|Føroya]] landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í [[Føroya Banka]] innan søluna av partabrøvunum.
 
Marita Petersen stóð sum [[løgmaður]] eisini á odda, tá ið semja var gjørd við [[Danmark|donsku]] stjórnina um eina bjarging fyri [[Føroyar|føroyska]] [[Búskapur|búskapin]]. Henda avtalan hevði við sær, at [[Danmark|danska]] stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av [[Føroya Fiskavirking]].
 
Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju [[Føroyar|føroysku]] stýrisskipannarlógina frá [[1994]].
 
Í [[1993]] bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkin]] eftir [[Atla Dam]], ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum.
 
Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og [[løgmaður]]. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at [[løgting]]ið í [[1994]] samtykti [[Javnstøðulóg]]ina.
 
Aftaná [[løgting]]svalið í [[1994]] stóð hon á odda fyri samgongusamráðingunum. [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkurin]] fekk ikki løgmann, og Marita Petersen valdi aftur at taka sæti á [[løgting]]i. Harvið breyt hon siðvenjuna hjá [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkinum]] um, at flokksformaðurin hevði sess í landsstýrinum. Hon var sum tann fyrsta kvinnan vald til [[løgting]]sformann í [[1994]].
 
Í [[1995]] bjóðaði [[Jóannes Eidesgaard]] henni av sum formansvalevni í [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkinum]], Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í [[1996]] legði hon frá sær sum formaður fyri [[Føroya Javnaðarflokkur|Javnaðarflokkin]]. Til [[løgting]]svalið í [[1998]] stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr [[Føroyar|føroyskum]] politikki.
 
Marita var leiðari av [[Sernámsdeplinum]] frá [[1997]] og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann [[26 august]] í [[2001]].
 
* [[1980]] - [[1984]] formaður í [[Føroya Lærarafelag]]
* [[1993]] - [[1994]] [[løgmaður]] í [[Føroyar|Føroyum]]
 
== Útvortis ávísing ==
{{stubbi}}
 
* [http://www.kvinfo.dk/side/170/bio/1739/query/Marita%20Petersen/ Dansk Kvindebiografisk Leksikon: Marita Petersen]
==Útvortis ávísing==
*[http://www.kvinfo.dk/side/170/bio/1739/query/Marita%20Petersen/ Dansk Kvindebiografisk Leksikon: Marita Petersen]
 
{{Løgmenn}}