Munurin millum rættingarnar hjá "Vágatunnilin"

Content deleted Content added
Wutsje (kjak | íkøst)
+ interwiki to nl:Vágartunnel
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Vágatunnilin, Faroe Islands.JPG|right|thumb|234px300px|Vágatunnilin, [[Streymoy]]]]
'''Vágatunnilin''' er fyrsti undirsjóvartunnil í [[Føroyar|Føroyum]]. Hann gongur undir [[Vestmannasund]] og bindur saman [[Streymoy]] og [[Vágoy]]. Hann læt alment upp [[10. desember]] [[2002]].
 
Byrjað varð streymoyarmegin hin [[28. september]] [[2000]], og vágamegin varð fyrsta skotið latið [[27. februar]] [[2001]]. Men tankin um fast samband um [[Vestmannasund]] røkkur nógv longri aftur í tíðina. Fram til [[1989]] gjørdi [[Landsverkfrøðingur]]in kanningar, sum í stóran mun eru grundarlagið undir tí arbeiði, sum nú er gjørt.
 
Farið varð at rigga til [[vetur]]in [[1988]], og setast skuldi á tunnilsgerðina í [[apríl]] [[1989]], men steðgur kom í, tá fíggjarkreppan skolaði yvir landið. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn ætlanini aftur varð lív lagað. Í [[1999]] varð partafelagið Vágatunnilin stovnað, og fyrstu pengarnir játtaðir á fíggjarlógini. Harvið varð gongd sett á aftur arbeiðið at gera fast samband um [[Vestmannasund]].
 
Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru umleið 2,5 km undir [[Vestmannasund]]i. [[Vágoy|Vágamegin]] er atkomuvegurin 1,8 km. Atkomuvegurin [[streymoy]]armegin er 300 m.
 
Tvær mótkoyrandi farbreytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 m breiður. Sjálv akbreytin er 7 m breið. Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 m, og til størri akfør eru trý steðgipláss.
 
Sprongdir eru 327.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Grótið úr tunlinum er farið til vegagerðina og til havnargerð í [[Kollafjørður|Kollafirði]]. Brúkt eru 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi eru brúkt í tunlinum til at tetta lekar. Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Vágatunlinum er minni enn helvtin av hesari vatnmongd, og pumpur leiða vatnið burtur so hvørt.
 
Ein 50 m langur brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka alt vatnið í góð tvey samdøgur, um pumpurnar ganga fyri. Ætlaði kostnaðurin er 240 mió. krónur í [[1999]]-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. [[Føroya Løgting]] hevur játtað 160 mió. krónur til tunnilsgerðina. Restin verður fíggjað við lántøku.
 
Umleið 300.000 fólk og 100.000 bilar fara um [[Vestmannasund]] árliga. Roknað verður við einum ferðslulopi, nú undirsjóvartunnilin er latin upp. Skotið varð ígjøgnum beint eftir árskiftið [[2001]], og varð tunnilin tikin í nýtslu tann [[10. desember]] [[2002]].
 
== Fyrimunur ==
 
Ein av fyrimununum við føstum sambandi er, at tað nú er skjótari at sleppa til og úr [[Vágar|Vágum]]. Fyrr máttu útvið tveir tímar setast av til teinin millum [[Sørvágur|Sørvág]] og [[Tórshavn]] við bíðitíð og sigling. Við undirsjóvartunli er vegalongdin stytt 10 km og flutningstíðin er undir ein tíma.
 
Fyri [[Vágar|vágafólk]] hevur undirsjóvartunnilin við sær, at sambandið við meginøkið gerst ómakaleyst. Hugsast kann, at fleiri fólk velja útbúgving og møguliga arbeiði í meginøkinum, tí tað ikki longur krevur flyting. Tunnilin bøtir eisini um trygdarkensluna, við tað at tíðin til Landssjúkrahúsið er vorðin stytri.
 
Vinnuliga er talan um betri samband til kundan og marknaðin hjá fyritøkum í [[Vágar|Vágum]]. Kundagrundarlagið verður víðkað. Hinvegin er tað eisini ein avbjóðing, at tað er vorðið lættari hjá [[Vágar|vágafólki]] at leita sær tænastur og tilboð aðrastaðni.
 
Fyri [[Føroyar|føroyingar]] sum heild lættir undirsjóvartunnilin eisini um, við tað at ferðasamband [[Føroyar|føroyinga]] til umheimin í høvuðsheitum gongur umvegis [[Vága Floghavn|flogvøllin]] í [[Vágar|Vágum]]. Sambandið við umheimin er sostatt vorðið liðiligari og lættari.
 
== Jarðfrøði ==
 
[[Føroyar]] eru íkomnar við eldgosum. Elst eru niðastu basaltfláirnar, síðani koma miðfláirnar og at enda ovastu basaltfláirnar.
 
Tunnilin undir [[Vestmannasund]]i gongur einans gjøgnum miðfláirnar, sum eru ólíkar hinum báðum fláabólkunum. Í niðastu og ovastu basaltfláunum eru fláirnar vanliga tjúkkar og týðiliga skildar frá hvørjari aðrari, men í miðfláunum eru tær tunnar og ofta samasjóðaðar. Tær tykjast tí meira gjøgnumheilar.
 
Jarðfrøðiligar rannsóknir, seismiskar kanningar og kjarnuboringar hava tilsamans givið eina rættiliga neyva mynd av tilfarinum undir [[Vestmannasund]]i. Royndirnar hava víst, at grótslagið er sterkt. Tilfarið er gott at bora í, men heldur tyngri at spreingja. Lítið og onki hevur verið av lekum [[Vágar|vágamegin]], har fláirnar hava verið tættar og fastar. Leynamegin var nakað av rivum í fyrstuni, men tá komið var niður í tøttu og føstu fláirnar, gekk arbeiðið betur og minni var at tetta.
 
Har minst av fjalli er yvir tunlinum, eru 30 metrar omaná. Á landi eru í mesta lagi 140 metrar av fjalli yvir tunlinum. Dýpið í sjónum er í mesta lagi 60 metrar, og har tunnilin stingur djúpast, eru 105 metrar upp til sjóvarmálan.
 
== Sí eisini ==
 
* [[Tunlar í Føroyum]]
 
== Útvortis ávísing ==
 
* [http://www.tunnil.fo/ Tunnil.fo]
 
[[Bólkur:Streymoy]]