Munurin millum rættingarnar hjá "Eggjarnar"

Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Eggjarnar''' ('''Skúvanes'''), sum eisini hoyrir til Vágsbjørg, er sera eyðkent forberg, um 200 m høgt, sunnanvert við Vágseið. Tað er ofta at síggja avtikið á...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 11. okt 2008 kl. 15:03

Eggjarnar (Skúvanes), sum eisini hoyrir til Vágsbjørg, er sera eyðkent forberg, um 200 m høgt, sunnanvert við Vágseið. Tað er ofta at síggja avtikið á natúrmyndum ella brúkt sum motiv í listarverkum. Undir seinna heimsbardaga bygdu amerikanarar eina loranstøð á Skúvanesi og reistu 4 høgar meistrar har uppi; fyrsta signalið fór í luftina 15. okt 1943. Støðin, ið var peilistøð og hevði til uppgávu at leiðbeina skip og flogfør, varð drivin av bretum, ið høvdu Føroyar hersettar undir krígnum, men hon helt fram at virka aftan á kríggið eisini. Tá ið bretar tóku seg aftur í 1946, yvirtóku danir hana. Hon var í brúki til desember 1977.