Munurin millum rættingarnar hjá "Sandavágur"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
 
'''Sandavágur''' er bygd í [[Vágar|Vágum]]. Sandavágur er tvær ferðir kosin at vera [[Føroyar|Føroya]] reinasta bygd.
 
== Søga ==
[[Mynd:Faroe_stamp_511_vagar_-_sandavagur.jpg|thumb|left|180px|Sandavágur - FO 511 - [[Postverk Føroya]], [[2005]].]]
[[Mynd:Sandav%C3%A1gur,_Faroe_Islands.JPG|thumb|right|270px|Sandavágur]]
Sandavágur er gomul bygd; men vit vita ikki við vissu, hvussu gomul hon er. Í bøstykkinum, sum rópt verður í [[Toftin]]i, tað er har, sum bygdarráðshúsið nú er, hava fornfrøðingar grivið hústoftir út, sum teir halda hava verið bústaðir seinast í [[víkingaøld]].
 
Í [[Eingjartoftum]], sum er millum býlingarnar [[Sandar]] og [[Steig]], funnu menn ein rúnastein í [[1917]]. Innskriftin verður lisin soleiðis: Tað merkir: [[Torkil Onundarson]] eystmaður av [[Rogaland]]i bygdi henda stað fyrst. Rúnakønir menn siga, at rúnasteinurin er frá umleið ár [[1200]]. Hildi verður tí, at [[Torkil Onundarson|Torkil]] er tann fyrsti, sum bygt hevur á tí staðnum í bygdini. Rúnasteinurin stendur nú í [[Kirkja|kirkjuni]].
 
Stórur og [[Seyður|seyðaríkur]] hagi liggur til bygdina, 24 merkur á [[Sondum]] og 24 merkur á [[Steig]]. Í [[1555]] var [[Steigargarður]] lagdur til løgmansembætið. Hetta kom í lag við [[kongsbræv]]i, dagfest [[19. mars]]. Flestu løgmenninir fluttu á [[Steig]] at búgva. Íløgmanstíðini setti [[løgmaður]] sín dám á bygdina á mangan hátt, eitt nú [[Kirkja|kirkjuna]]. [[1816]] var [[løgting]]ið avtikið og løgmansembætið niðurlagt, og [[Steigargarður]] var seldur í [[1822]]; tá høvdu 17 løgmenn verið í hesum embætinum. Seinasti løgmaðurin æt [[Jørgen Frants Hammershaimb]] ([[1805]] – [[1816]]). Sonur hansara, [[Vencil Ulrik Hammersheimb]], var føddur á [[Steig]] í [[1819]]. Hann gjørdist væl kendur millum [[Føroyar|føroyingar]], tí at hann legði grundina undir [[Føroyskt (mál)|føroyska]] skriftmálið, og hann gav út ymsar bøkur á [[Føroyskt (mál)|føroyskum]]. [[Føroyar|Føroyingar]] reistu honum prýðiligan minnisvarða á [[Steig]] í [[1919]].
 
Tá ið løgmansgarðurin varð seldur, var jørðin lutað sundur í átta lutir. Tríggjar merkur hvør. Bæði sandavágsmenn og fremmandir menn keyptu, og summir teirra fluttu í bygdina at búgva. Hetta hevði týdning fyri bygdarlívið og eisini [[Búskapur|búskaparligan]] týdning.
 
Í bóndasamfelagnum vóru høvuðsvinnuvegirnir annaðhvørt jarðarbrúk ella útróður. Um aldarskiftið fingu sluppirnar rættiligan týdning. Fólksins lívskor og viðurskifti broyttust. Í [[1895]] varð fyrsta skipið keypt til Sandavágs, og so við og við komu fleiri skip aftrat, so at í fyrra krígnum vóru 20 skip.
 
Størsta handilsvirkið og reiðaravirkið hevði [[Jógvan Elias Thomsen]] í [[Haraldsstovu]]. Fyrsta skipið keypti hann í [[1906]], og í [[1920]] reiddi hann 14 skip út. Tíðliga fór hann at turka [[Fiskur|fisk]] frá skipum og útróðrarbátum, og turkihús bygdi hann úti í [[Gjógv]].
 
Aðrir góðir vinnulívsmenn hava eisini verið, eitt nú feðgarnir [[Niels Jacob]] og [[Hjalmar Nielsen]], [[Eivind Rasmussen]] og [[Zacharias Nielsen]]. [[Zacharias Nielsen]] bygdi sær nútíðar turkihús, og í [[1950-árini|fimmtiárunum]] og [[1960-árini|sekstiárunum]] var nógvur fiskur turkaður har. Hann reiddi nøkur skip út, sum hann átti saman við øðrum, og línuskipið [[Reynsatind]], sum hann átti einsamallur.
 
Samvinnufelagið hevur átt fleiri trolarar. Í [[1984]] keyptu teir stásiliga rækjutrolaran [[Høgafoss]]. Samvinnufelagið hevur verið týdningarmikil arbeiðsgevari í bygdini. Onkuntíð varð maður út næstan øðrum hvørjum húsi við trolara hjá felagnum. [[Høgifossur]] bleiv seldur av bygdini í [[2005]].
 
Onnur reiðaravirki, ið nú eru, eru: [[P/F Fossá]], sum eigur [[Venus]], [[P/F Hýsisá]], sum eigur skipini [[Vesturtúgvu]] og [[Mars Chaser]], og [[P/F Hans Pauli í Horni]], sum eigur kemikaliuskipi [[Tóru]].
 
Sandavágur er brimpláss, tí varð farið í samarbeiði við miðvingar at gera brimgarð og bryggju í [[Miðvágur|Miðvági]]. Eisini bygdu teir flakavirkið, [[Snarfrost]], í felag. Nú eigur [[Føroya Fiskavirking]] flakavirkið. Á [[Giljanes]]i er niðursjóðingarvirkið [[Kovin]], har sjóað verður niður rogn og rækjur. Norðuri við [[Fútaklett]] er stór smoltstøð. Hesi virkini hava stóran [[Búskapur|búskaparligan]] týdning fyri bygdina. Annars er at nevna, at vakstrarhús, tannlæknastova, hárfríðkanarstovur, snikkaravirki, bilverkstaður, timburhandil, málingahaldil, klædnahandlar og aðrir handlar eru í bygdini.
 
Skúlin í bygdini er bygdur í [[1896]]; fyri stuttum er hann gjørdur av nýggjum innan. Á [[Giljanes]]i bygdu báðar bygdirnar felagsskúla í [[1961]]. Ítróttahøll varð bygd upp í skúlan í [[1983]]. Tá vóru eisini gjørdar skúlastovur, skúlakøkur, smíðstova og bókasavn. Nógv virksemi er í ítróttarhøllini, bæði skúlin, ítróttarfeløgini og onnur brúka hana.
 
[[Sandavágs Ítróttarfelag]] varð íbirt [[11. november|11 nov.]] í [[1906]]. Hetta felag hevur verið og er virkið í [[Fótbóltur|fótbólti]], [[Handbóltur|handbólti]] og [[kappróðri]]. Í [[kappróðrinum]] hava genturnar staðið seg rættiliga væl. Ørnin hevur ofta verið uppi í teimum fremstu; føroyameistarar vóru tær í [[1998]].
 
Gjørdur er graslíkisvøllur og hús til ítróttafelagið á [[Valloyruni]]. [[SÌF]] húsið er mentunarmiðdepil í bygdini; har eru fundir, brúdleyp, veitslur, dansur o.a.
 
Sandavágur er gomul kirkjubygd og einki er at ivast í, at [[Kirkja|kirkjur]] hava verið í tí [[katólsku]] tíðini. Úr skrivligum keldum vita vit, at seks [[Kirkja|kirkjur]] hava verið í bygdini. Niðri á [[Oyru]] hava fýra [[Kirkja|kirkjur]] staði. [[Kirkja]]n, ið nú er, er bygd í [[1917]]. [[Magnus á Kamarinum]], arkitektur, úr [[Tórshavn|Havn]] teknaði [[Kirkja|kirkjuna]] og stóð fyri byggingini. Meiniheitshús varð bygt í [[1926]]. Nú er nógv bygt upp í tað. Har eru sunnudagskúli, møti, ungdómsmøti og annað [[Kristindómur|kristiligt]] virksemi. [[Losja Vakhús]], sum er fráhaldsfelag, varð stovnað fyrst í [[1930-árini|tríatiárunum]], og nøkur ár seinni bygdu teir sær hús.
 
Prýðiligt bygdarráðshús er bygt í [[1982]]. Avtrat kommunalu fyrisitingina, eru [[Vága Sjúkrakassi]], [[Vága Kunningarstova]] og Barnaverndartænastan fyri [[Vágar]], [[Vestmanna]] og [[Kvívík]], í húsinum eru eisini viðtalurúm til læknarnar.
 
Í Dagstovnurin [[Sóljugarði]] eru vøggustova, barnagarður og frítíðarheim, eini 80 børn eru í skipanini. Í [[Sóljugarði]] starvast 20 fólk.
 
Arbeitt verður við at gera nýggja útstykking í [[Sørpum]], omanfyri vegin , har verða 30 grundstykkir. Meira enn helvtin av stykkinum eru umbiðin.
 
Bøtt er um tey tøkniligu viðurskiftini ymsastaðni í bygdini. Dentur er lagdur á at hava bygdina reina og vakra. Í [[1997]] og [[2003]] vann Sandavágur kappingina um at gerast best røkta bygd í [[Føroyar|Føroyum]].
 
== Sandavágs Kirkja ==
 
Í [[Sandavágs Kirkja|Sandavágs Kirkju]] stendur ein av fáu [[Føroyar|føroysku]] [[Rúnir|rúnasteinunum]].
 
== Sandavágssangurin ==