Munurin millum rættingarnar hjá "Skálavík"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og [[Kirkja|kirkjurnar]] hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á [[Møl]]. Skálavík er eisini [[Søga|søgurík]] bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um [[Ungajógvanssynir]]. Teir vóru bóndasynir í [[Dalsgarður|Dalsgarði]], livdu í [[17. øld]] og eru eins og [[Kálvur]] lítli á [[Sandur|Sandi]] kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um [[Jákup Jóansson]], sum var løgmanssonur og festi [[Dalsgarð]]. Í [[1934]] var dansistova bygd á [[Keldan|Keldu]], og í [[1972]] varð ungmannafelagið [[Keldan]] stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús.
 
Ein tann kendasti rithøvundurin í [[Føroyar|Føroyum]], [[Heðin Brú]] ([[1901]]-[[1987]]), er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan.
 
Skálavík er vøkur og [[Søga|søgurík]] bygd, og náttúran er eitt upplivilsi fyri tann vitjandi.