Munurin millum rættingarnar hjá "Skálavík"

Content deleted Content added
s robot Adding: hu:Skálavík
No edit summary
Linja 5:
kommuna = Skálavíkar kommuna|
markatal = 42|
íbúgvar = 182183|
íbúgvar_ár = [[2005]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Skálavík''' er ein bygd i [[Sandoy]]. Skálavík er í vídd fjórðingurin av [[Sandoy]]nni, meðan fólkatalið bert er ein áttingur av fólkatalinum í oynni. Skálavík er ivaleyst elligomul bygd, grundað í [[víkingatíð]]ini. Har er nógvur og góður slættur bøur, ið hevur verið grundarlagið undir góðum landbúnaði.
'''Skálavík''' er ein bygd i [[Sandoy]].
 
Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og [[Kirkja|kirkjurnar]] hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á [[Møl]]. Skálavík er eisini [[Søga|søgurík]] bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um [[Ungajógvanssynir]]. Teir vóru bóndasynir í [[Dalsgarður|Dalsgarði]], livdu í [[17. øld]] og eru eins og [[Kálvur]] lítli á [[Sandur|Sandi]] kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um [[Jákup Jóansson]], sum var løgmanssonur og festi [[Dalsgarð]]. Í [[1934]] var dansistova bygd á [[Keldan|Keldu]], og í [[1972]] varð ungmannafelagið [[Keldan]] stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús.
{{stubbi}}
 
Ein tann kendasti rithøvundurin í [[Føroyar|Føroyum]], [[Heðin Brú]], er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan.
 
Skálavík er vøkur og [[Søga|søgurík]] bygd, og náttúran er eitt upplivilsi fyri tann vitjandi.
 
== Áhugaverd støð ==
 
* [[Kirkja]]n, vígd í [[1891]].
* Træskurðir eftir [[Trónd í Trøð]] í [[Kirkja|kirkjuni]].
* Orglið í [[Kirkja|kirkjuni]], elsta orglið í brúki í [[Føroyar|Føroyum]].
* Minnismerkið um [[Heðin Brú]].
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]