Munurin millum rættingarnar hjá "Gásadalur"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: no:Gásadalur
Linja 23:
Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn [[tunnil]]in varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt, at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið danski filmurin "[[1700 metrar frá framtíðini]]" kom út, varð Gásadalur kendur í øllum heiminum.
 
Síðani [[2003]] hevur verið møguligt at ganga ígjøgnum tunnilin (um manein hevur eina lykt) og síðan [[2005]] hava gásadalsfólk, ið hava lykil til bummin, loyvi at koyra við bili. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar. Áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, skulu portalarnir gerast lidnir, partar av loftinum vatntryggjast, vegabreyt gerast og asfalterast.
 
Sambært gásadalsfólki var bygdin avtoftað, var tunnilin ikki komin. Men eingin trygd er fyri, at Gásadalur fer at vaksa aftur. Meirilutin av íbúgvunum eru 60 ár og eldri, og børn búgva ikki leingi í Gásadali. Síðan tunnilin kom ígjøgnum, eru fleiri nýggj hús tó blivin bygd.