Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyingasøga"

Content deleted Content added
Jhendin (kjak | íkøst)
No edit summary
Jhendin (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 86:
 
'''4.''' Havgrímur æt maður, hann búði í Suðoy í Føroyum. Hann var mikil maður, ríkur og harðvunnin. Guðrið æt kona hansara; hon var dóttir Snæúlv. Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum og hevði fingið hann í len av Haraldi kongi Gráfeld, sum tá ráddi fyri Noregi. Bráður var hann av lyndi og hevði ikki orð fyri at vera vitur maður.
 
Einar æt ein heimamaður hansara; han var róptur Suðringur; ein annar var hjá Havgrími, ið æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðhavin, illorðaður, fávitskutur og illskur, latur og meinskur, illgrundað lyguvætti.
 
Tveir brøður eru nevndir í hesi søgu; teir búðu í Skúvoy; annar æt Brestir og him Beinir, synir Sigmund, sum var bróðir Tórbjørn Gøtuskegg, faðir Trónd. Teir báðir Brestir og Beinir vóru viðgitnir menn og høvdingar, høvdu helvtina av oyggjunum í len av Hákuni jalli Sjúrðason, sum tá hevði vald inni í Tróndheimi, og teir vóru hirðmenn hansara og kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum bæði í stødd og styrki og máddi meir till víggja enn aðrir høvdingar, sum tá vóru í oyggjunum. Hann var ásýniligur maður og fimur í øllum leikum. Beinir var bróðurinum líkur í mongum, men tó ikki javnlíki hansara. Kaldligt var millum teir og Trónda, hoast teir vóru nær skyldir. Brøðurnir vóru ikki giftir, men frillur høvdu teir. Cecilia æt frilla Brestis, men hin, sum fylgdi Beinir, æt Tóra. Sonur Brestir æt Sigmundur; hann vísti tíðliga góð mansevni. Tóri æt sonur Beinir; hann var tvey ár eldri enn Sigmundur.
 
Annað búgv áttu brøðurnir í Dímun, og tað var tað minna búgvið. Synir teirra vóru blaðungir, tá ið hesi tíðindi vóru. Snæúlvur, verfaðir Havgríms, búði í Sandoynni. Ætt hansara var úr Suðuroyum; hann flýddi haðani til Føroyar fyri manndráp og onnur illskubrøgd. Fyrra partin av ævi síni hevði hann verið í víking og var alsamt líka ódællur og harðrendur.