Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyingasøga"

Content deleted Content added
Jhendin (kjak | íkøst)
s rætting
Jhendin (kjak | íkøst)
bati
Linja 26:
 
Um morgunin gongur Sjúrður út av búðini, og Hárekur er eftir staddur. Stutt eftir kemur Sjúrður fyri uttan tjaldsmunnan og ropti: "Hárekur frændi, skunda tær, fá mær pungin við silvurinum til ringkeypið, tí nú er keypið gingið í lag; men bíða tú her og ansa búðini." Nú fær hann honum silvurið gjøgnum tjaldsmunnan.
 
'''Ráðagerð Trónda'''
 
'''3.'''Eina løtu seinni kemur Sjúrður inn í búðina til bróður sín og sigur: "Tak tú nú silverið, tí keypið er komið í lag."
 
Hann svarar: "Eg fekk tær silverið í áðni."
 
"Nei," sigur Sjúrður, "eg havi ikki tikið við tí." Nú trætast teir um hetta og siga síðani kongi frá.
 
Kongur og aðrir menn halda tað vera eyðvitað, at silvurið er stolið frá teimum. Kongur leggur nú fráfaringarforboð á, so eingi skip skulu sigla burtur, so sum sakir standa.
 
Hetta tókti mongum manni mikil vansi, sum nú var vorðið, at vera heftir har longur enn keypsstevnan stóð. Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum til ráðagerð.
 
Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum til ráðagerð.
 
Tróndur var á teirri stevnuni og tók til orða: "Her eru menn heldur ráðleysir."
 
Teir spyrja hann: "Veitst tú tá nøkur ráð?"
 
"Tað man eg," svarar hann.
 
"Kom tá fram við tínum ráðum," siga teir.
 
"Ikki man eg gera tað fyri einki," svarar Tróndur.
 
Teir spyrja, hvat hann leggur á.
 
Hann svarar: :Hvør tykkara skal lata meg fáa ein oyra í silvuri." Teir halda hetta vera nógv, men ganga undir, at hvør maður fær honum hávan oyra í silvuri, og annan hálvan oyra, um hetta spældi væl av.
 
Dagin eftir setur kongur ting og sigur, at aldri skuldu menn vera leysir haðani, fyrr enn stuldurin vat greiddur.