Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyingasøga"

Content deleted Content added
Jhendin (kjak | íkøst)
s r
bati
Linja 12:
 
Torbjørn var ríkur maður og gamal, tá ið hesi tíðindi bórust. Tollakur giftist har í oyggjunum, men var tó heima hjá faðir sínum í Gøtu. Stutt eftir at Tollakur var giftur, andaðist Torbjørn Gøtuskegg og var útborin í heyg eftir fornum siði; tí tá vóru allir føroyingar heidnir.
 
Synirnir skiftu nú arvin ímillum sín. Men báðir vildu hava jørðina í Gøtu, tí hon var besta ognin. Teir lutaðu, og heimaparturin líknaðist tá Trónda. Tollakur beyð nú Trónda at býta um, lata seg annan fáa heimabúgvið og hann meira av leysagóðsi. Men Tróndur vildi ikki. Tollakur fór tá burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum.
 
Tróndur tók til sín nógvar leiglendingar fyri mestu leigu. Um summarið gjørdi hann skip út og sigldi til Noregs; men tók lítlan farm við sær. Hannn vistaðist hjá einum bónda allan veturin; men hann tóktist fyri tað mesta vera dapur í huga.
 
Tá var Haraldur Gráfeldur kongur í Noreg.
 
Summarið eftir fór Tróndur suður til Danmarkar við keymonnum á farmaskipum og kom til Háloyrar. Har var nógv fólk saman komið. Sagt er, at hagar kemur størsta mannfjøld í Norðurlondum, meðan keysstevnan stendur.
 
Tá ráddi í Danmark Haraldur kongur Gormsson, ið menn róptu Blátonn.
 
Haraldur kongur var á Háloyri um summarið og stór mannfjøld við honum. Tveir menn av kongshirðini eru nevndir, sum tá vóru við honum, annar æt Sjúrður og annar Hárekur. Hesir brøðurnir báðir gingu javnan um keypstaðin og vildu keypa størsta og besta gullringin, ið fáast kundi. Teir komu inn í eina búð; hon er útgjørd av tí besta. Har situr maður inni, sum tekur blídliga ímóti teimum og spyr, hvat teir vilja keypa. Teir søgdust vilja keypa stóran og góðan gullring. Hann svaraði, at her var gott úr at velja. Teir spyrja hann at navni, og hann nevnir seg Holmgeir ríka. Hann breyt nú upp fyri dýrgripum sínum og vísir fram tjúkkan gullring og metir hann so dýrgoldnan, at teir tóktust ikki vita, um teir í løtuni kundu fáa til vega alt tað silvur, ið kravdist, og bóðu bíða sær til morgins. Teir fara nú við hesi avgerð, og líður so náttin.
 
Um morgunin gongur Sjúrður út av búðini, og Hárekur er eftir staddur. Stutt eftir kemur Sjúrður fyri uttan tjaldsmunnan og ropti: "Hárekur frændi, skunda tær, fá mær pungin við silvurinum til ringkeypið, tí nú er keypið gingið í lag; men bíða tú her og ansa búðini." Nú fær hann honum silvurið gjøgnum tjaldsmunnan.