Munurin millum rættingarnar hjá "Tryggingarfelagið Føroyar"

Content deleted Content added
Jakupa (kjak | íkøst)
Nýggj síða: '''Tryggingarfelagið Føroyar''' er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í Føroyum. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er Gunnar í Liða. Í dag sta...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 30. jun 2008 kl. 18:05

Tryggingarfelagið Føroyar er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í Føroyum. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er Gunnar í Liða. Í dag starvast umleið 110 fólk á TF. Høvðusskrivstovan hjá felagnum er á Kongabrúnni í Havn.

Søga

Tryggingarfelagið Føroyar (TF) varð stovnað í 1940 og kallaðist tá Tryggingarsambandið Føroyar. Áðrenn 1940 vóru tað serliga donsk tryggingarfeløg og onnur tryggingarumboð uttanlands, ið høvdu tryggingar í Føroyum. Sambandið við hesa partar varð kvett við byrjan av seinna heimsbardaga og førdi tað til, at Tryggingarsambandið Føroyar varð sett á stovn. Hetta hendi við eini bráðfeingis kunngerð frá 17. juni 1940 og fór at virka 1. juli 1940. Tryggingarsambandið varð skipað sum eitt sínámillum tryggingarsamtak, ið fekk einkarrætt til trygging av føroyskum ognum ella øðrum virðum, tó lívstrygging undantikin. Feløgini Føroya Vanlukkutrygging, Føroya Brunatrygging og Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør vóru tikin við "nýggja" samtakið. Tó vóru onnur feløg, ið fingust við tryggingarvirksemi (t.d. Føroya Samvirkandi Sjótryggingarfelag, Suderø gensidige Forsikringsforening for Motor både til Fiskeribrug og P/f Trygd), ið ikki fingu loyvi at tekna nýggjar tryggingar aftan á 1. januar 1943.

Í 1998 skifti Tryggingarsambandið Føroyar navn til núverandi navnið.

Slóðir úteftir

Heimasíðan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Keldur