Munurin millum rættingarnar hjá "Bill Clinton"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|220px|Bill Clinton (f. [[19. august 1946)]] '''William Jefferson "Bill" Clinton''' (føddur 19. august 1946 í Hope, Arkansas...
 
No edit summary
Linja 7:
Fyrrverandi [[USA|amerikanski]] [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] vitjaði í landinum tann [[1. oktober]] [[2007]], og í tí sambandinum helt hann fyrilestur í [[Norðurlandahúsið í Føroyum|Norðurlandahúsinum]]. Hann bæði skemtaði og umrøddi álvarsmál, tá hann helt fyrilestur í [[Norðurlandahúsið í Føroyum|Norðurlandahúsinum]]. Hann fyrigav [[Føroyar|føroysku]] norðbúgvunum, at teir í landnámstíðini tveittu írsku munkarnar á dyr, og vísti á, at øll lond og einstaklingar í felag hava ábyrgd av at skapa ein betri heim.
 
Fyrrverandi [[USA|amerikanski]] [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] legði fyri við at greiða frá, at tá hann koyrdi av [[Vága Floghavn|flogvøllinum]] í [[Vágar|Vágum]] og sá fólk standa fram við vegnum og veittra til sín, hugsaði hann: "Tit klára tykkum fínt!" Hann kendi seg tí ikki kallaðan at siga [[Føroyar|føroyingum]], hvussu teir skulu liva.
 
Tó var ein av høvuðsboðskapum hansara, at bæði lond og einstaklingar hava eina felags ábyrgd at skapa ein betri heim. Hann staðfesti, at heimurin stendur opin fyri [[Føroyar|føroyingum]], og at [[Føroyar]] hava tikið av møguleikanum at gerast altjóða fiskaframleiðari, komandi [[Olja|oljuframleiðari]] og kanska eisini áhugavert ferðamál. Hetta verður ofta kallað [[globalisering]], men Bill Clinton vildi heldur brúka [[orð]]ið ''interdependence''. Velja vit at stíga út í heim, tørvar okkum eisini heimin.