Munurin millum rættingarnar hjá "Vága Floghavn"

føroyski høvuðsstaðurinouvikbo
Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|250px '''Vága Floghavn''' er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir seinna heimsstríði. Fyrst...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 26. jun 2008 kl. 23:44

Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir seinna heimsstríði. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið varð undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk.

1. juli 1963 lat floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007.

1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi er floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum.