Munurin millum rættingarnar hjá "Jødar"

Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Jødar''' er heiti, ið verður nýtt um fólk, sum hoyra til trúnna Jødadómur. Í 1914 vóru 13 milliónir jødar í øllum heiminum. Tríggjar milliónir í USA,...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 25. jun 2008 kl. 21:25

Jødar er heiti, ið verður nýtt um fólk, sum hoyra til trúnna Jødadómur.

Í 1914 vóru 13 milliónir jødar í øllum heiminum. Tríggjar milliónir í USA, ein millión í Vestur- og Miðevropa og færri enn ein millión í arabisku londunum. Restin, átta milliónir, búðu undir ræðuligum umstøðum í Eysturevropa og í Russlandi. Nógvir jødar bardust í russisku kollveltingini í teirri trúgv, at frælsi og javnrættur eisini var galdandi fyri teir. Men so varð ikki.

Sovjettiska stýrið arvaði forfylgingina frá sarveldinum. Í byrjanini av 1920unum vóru fleiri enn 1000 jødaforfylgingar í Ukreina og 17 000 jødar lótu lív. Nógvir ungir jødar rýmdu tískil úr Russlandi til Palestina. Hesi fólkini droymdu um at byggja upp eitt samfelag eftir sosialistiskum hugmyndum um frælsi, javnrættindi og rættvísi. Men kreppan gjørdi um seg, og í 1929 løgðu arabar í Palestina eftir jødisku niðursetufólkunum.