Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 211:
Eftir [[fyrra heimsbardaga]] var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í [[New York City|New York]] rapaði í [[1929]], og tað elvdi til eina [[Heimskreppan|búskaparkreppu]], sum breiddi seg um allan heimin. Lond í [[Latínamerika]], til dømis [[Meksiko]] og [[Peru]], royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í [[Brasil]] gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á kaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.
 
Í [[1920]] varð bann sett fyri at gera og selja [[rúsdrekka]] í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin [[Al Capone]] ([[17. januar]] [[1899]] – [[25. januar]] [[1947]]) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í [[Chicago]] í [[Illinois]], og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í [[Heimskreppan|kreppuni]] broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og [[Al Capone]] varð settur í [[fongsul]].
 
Stóra [[heimskreppan]] hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.