Munurin millum rættingarnar hjá "Akne"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|250px|Pirrur '''Akne''' (''vulgaris'') er tann vanligasta húðsjúkan. So at siga øll fáa ringa húð eitt tíðarskeið í lívinum, meira og ...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 24. jun 2008 kl. 23:25

Akne (vulgaris) er tann vanligasta húðsjúkan. So at siga øll fáa ringa húð eitt tíðarskeið í lívinum, meira og minni. Sjúkan (ella ilskan) byrjar vanliga um kynbúningaraldur og er sjónligast hjá 14-18 ára gomlum, síðan viknar sjúkan so líðandi. Tó er akne at síggja hjá 1 % av monnum og 5 % av kvinnum í 40 ára aldri.

Pirrur

Á kynbúningaraldri økist framleiðslan av kynshormonum í blóðinum, m.a. tað mannliga kynshormonið, testosteron. Hetta hormonið verður broytt av enzymum í fiti kertlunum til eitt virknari hormon, ið síðan elvir til størri fitikertlar, ið vinda uppá seg. Hetta hevur við sær, at útlátið úr fitikertlunum tippist av deyðum húðkyknum (keratin). Tað er atvoldin til pirrurnar.

Pirrur kunnu vera opnar við svørtum keratintøppi ella afturlatnar og hvítar á at líta. Bakteriugróðurin í fitini broytist, og aknebakterian (proprionbacterium acnes) fer at nørast.

Vanliga kemur bruni í pirrurnar og rundan um tær, og húðin kennist tjúkkari enn vanligt; bløðrur við bruna og kanska eisini størri bløðrur (cystur) koma fram.