Munurin millum rættingarnar hjá "Esperanto"

Content deleted Content added
MelancholieBot (kjak | íkøst)
s Bot: cs:Esperanto is a featured article
No edit summary
Linja 1:
'''Esperanto''' er eitt manngjørt mál, sum [[L. L. Zamenhof]], eygnalækni í [[Warszawa]], í [[1887]] gav út í bók undir dulnevninum "d-ro Esperanto". Í bókini eru mállæra, orðalistar og tekstadømi. Zamenhof legði stóran dent á bókmentaliga týdningin, og hann týddi fleiri kend verk til esperanto, m.a. eftir [[H. C. Andersen]] og [[William Shakespeare|Shakespeare]].
 
Upprunaliga innihelt esperanto 900 orðarøtur, og við undanskoytum og eftirskoytum kundu fleiri enn 10.000 orð gerast burturúr hesum. Harafturat koma samansetingar. Síðani eru orðarøturnar øktar, og í dag er ikki óvanligt at gera nýggjar orðarøtur burtur úr orðum, sum eru felags kjarni í fleiri málum. Esperanto er eyðkent á tann hátt, at tað er sera reglufast, og hvør orðaflokkur hevur sína endinending. Allar bendingar eru púra reglufastar og uttan undantøk. Td. ger -j fleirtal og -n bundna ending. Herðingin er altíð á næstaftasta stavilsi.
Eitt dømi: