Munurin millum rættingarnar hjá "Janus Kamban"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Man and woman by janus kamban 1971, torshavn faroe islands.JPG|thumb|200px|''Maður og kvinna'', [[1971]], bronsa, [[Niels Finsens gøta]].]]
'''Janus Kamban''' er føddur [[10. september]] [[1913]] í [[Tórshavn]].
 
Janus Kamban er einasti, ið eftir livir av tí ættarliði av gávuríkum listafólkum, ið stóðu fyri nýbrotinum í [[Føroysk myndlist|føroyskari myndlist]] í [[1930-árini|1930árunum]]. Eins og tey flestu [[føroyar|føroysku]] myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til [[Keypmannahavn]]ar, har hann árini [[1932]]-[[1935|35]] og [[1938]]-[[1940|40]] var næmingur á [[Kunstakademiets Billedhuggerskole]] hjá [[Ejnar Utzon-Frank]] professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til [[Tórshavn|Havnar]], og her hevur hann síðani búð og virkað. Hann hevur av fullum huga tikið lut í menningini av myndlistini her á landi, og lagt rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri [[Listafelag Føroya]] og leiðari fyri [[Listaskálin|Listaskálan]] [[1969]]-[[1978|78]]. [[Yviri við Strond]] hevur hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir [[Nólsoyarfjørður|Nólsoyarfjørðin]].
 
Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað ''Tvílemba'' [[1955]] í [[Listasavn Føroya|Listasavni Føroya]]. [[Grindahvalur]]in verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur [[1986]]. Standmyndir Janusar príða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av [[Hans A. Djurhuus]] skaldi [[1936]] og [[Vensil á Velbastað|Vensili]] [[1951]]. Onnur høvuðsverk eru ''Móðurmálið'' [[1948]], úr føroyskum gróti, uttan fyri [[Føroya Landsbókasavn|Landsbókasavnið]] í Havn, og ''Dansiringurin'' [[1956]], úr bronsu, í [[Føroya Banki|Føroya Banka]].
 
Í prentlist síni, serliga [[linoskurður|linoskurði]], mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga [[føroyskur bátur|føroyska bátinum]]. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í [[1993]] skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara - nú hann fylti 80 ár. Í [[1995]] gav Listasavni út bók eftir [[Gunnar Hoydal|Gunnari Hoydal]], rithøvunda og ummælara, um lív og verk Janusar.
 
== Bøkur ==