Munurin millum rættingarnar hjá "Peru"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 46:
 
[[Kyrrahav|Kyrrahavskríggið]] ímillum Peru og [[Kili]] ([[1879]]-[[1884]]) tók Peru ógvuliga fast, og mong ár gingu, til landið kom fyri seg aftur. Í [[1920-árunum]] tók nýggj kollveltingarrørsla seg upp, oddamenn hannara vóru [[José Carlos Mariátegui]] ([[1895]]-[[1930]]) og [[Victor Raul Haya de la Torre]]. [[Victor Raul Haya de la Torre|Haya]] varð sendur í útlegd fyri virksemi sítt í [[1923]], og í [[1924]] stovnaði hann rørsluna [[Amerikonsku Fólkakollveltingarfylkingina]] ([[APRA]]), ið skuldi berjast ímóti hjálandapolitikki [[USA]] í [[Latínamerika]], tjóðartaka jørðina og ídnaðin og sameina [[indiánararnar]] í øllum [[Latínamerika]]. [[APRA|APRA-deildir]] vórðu settar á stovn í nógvum [[Suðuramerika|suðuramerikonskum]] londum, men tað var bara í Peru, at mong fólk tóku undir við fylkingini. [[Victor Raul Haya de la Torre|Haya]] kom aftur til Peru í [[1930]] og gjørdist forsetavalevni hjá [[APRA]]. Mótstøðumaður hansara [[Sanchez Cherro]] vann valið, men ein aprista ([[APRA|APRA-viðhaldsmaður]]) gjørdi av við hann í [[1933]]. Stríðið ímillum stjórnina og [[APRA]] stóð við í mong ár.
 
Øll lond í [[Suðuramerika]] hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum [[Ekvador]] og Peru í [[1940-árini|1940-árunum]] doyðu fleiri túsund fólk.
 
Fólkið í [[Lima]], býur við breiðum og prýðiligum gøtum og borgum, atkvøddi fyri [[José Luis Bustamante]], valevni, sum [[APRA]] stuðlaði, á forsetavalinum í [[1945]]. Hann varð valdur. [[Victor Raul Haya de la Torre|Haya]] stýrdi óalment stjórnini í tvey ár, hóast hann ikki varð valdur, men nærri kom hann ikki forsetaembætinum tey mongu árini, hann var upp í politikki.