Munurin millum rættingarnar hjá "Peru"

Content deleted Content added
Linja 39:
 
Fyri fýra hundrað árum síðan var Peru miðdepil í mikla [[Inkaríkinum]], sum rakk næstan suður ígjøgnum alt [[Suðuramerika]]. Eftirkomarar [[inkafólksins]] liva enn upp í hálendinum í [[Andesfjøllunum]] og eru um helvtin av fólkinum í Peru.
 
Fyrsti veruligi uppreisturin ímóti [[Spania|spanska]] yvirvaldinum í [[Suðuramerika]] var í [[18. øld]]. Í [[Andes]]fjøllunum í Peru vóru [[indiánar]] noyddir at arbeiða í námum og verksmiðjum hjá [[spania]]monnum. Arbeiðsumstøðurnar vóru ræðuligar, og í [[1780]] gjørdu [[indiánar]]nir uppreistur. Oddamaður teirra var [[José Gabriel Condorcanqui]] ([[19. mars]] [[1742]] - [[18. mai]] [[1781]]), ein múgvandi [[Spania|spanskur]] [[amerika]]nari, sum segði seg vera ættaðan frá inka-[[keisar]]anum [[Tupac Amaru]], ið ráddi í [[16. øld]]. [[José Gabriel Condorcanqui|José]] fekk sær sjálvur hetta navnið í [[1771]]. Uppreistrarmenninir tóku stórar partar av hálendinum og lupu á býin [[Cuzco]]. Í loyndum sendu teir viðhaldsmonnum í [[Bolivia]] boð um uppreisturin við knútastavraðum (''quipu''), sum inkar nýttu í gomlum døgum. Í [[mars]] [[1781]] fingu [[spania]]menn hendur á [[Tupac Amaru]] og píndu hann til deyða. Men uppreisturin helt fram, til hann var niðurbardur í [[1782]], tá ið uppreistrarliðini tvær reisur høvdu herjað á býin [[La Paz]] í [[Bolivia]].
 
Tá ið [[José de San Martín|San Martin]] hevði staðið á odda fyri [[Argentina|argentinskum]] frælsisherdeildum, legði hann ætlaninr um at vinna Peru frælsi. Í [[Kili]] læt hann búgva út ein herflota, og í [[1820]] gjørdi hann innrás í Peru bæði av sjónum og av landi. Fólkið í Peru stuðlaði honum, og hann tók upp samráðingar við [[Spania|spanska]] varakongin og bað hann geva seg undir. Varakongur legði frá sær, tá ið herdeildir [[José de San Martín|San Martin]]s komu til [[Lima]] í [[1821]]. [[José de San Martín|San Martin]] gjørdist ríkisfyristøðumaður í Peru og lýsti landið at vera frælst ríki. Hann legði frá sær árið eftir, tí at hann vildi ikki fara upp í politiskt stríð ímillum oddamenninar í lýðveldisflokkinum.