Munurin millum rættingarnar hjá "Olja"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|180px '''Olja''' og gass vóru elasmáar verur, sum doyðu fyri milliónum árum síðani og komu at liggja undir havbotninum. Sum ...
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Gulf_Offshore_Platform.jpg|thumb|right|180px]]
'''Olja''' og [[gass]] vóru elasmáar verur, sum doyðu fyri milliónum árum síðani og komu at liggja undir havbotninum. Sum tíðin leið, vórðu tey til olju. [[Gass]] verður ofta funnið beint oman á oljuni. Viðhvørt verður olja leidd gjøgnum rør inn á meginlandið; men veldiga stór skip, nevnd [[oljutangaskip]], sigla vanliga oljuna til lands. Nógv olja og [[gass]] er funnið undir havbotninum, so einasti háttur at fáa fatur á tí er at bora djúpt niður. [[Oljuboripallar]] eru serliga gjørdir til at bora eftir olju og [[Gass|gassi]]. Olja verður nýtt til mangt og hvat, sum til dømis [[bensin]] til tok og flogfør og til [[elorkuverk]]. Arbeiðsfólkið er á [[boripallunum]] vikur í senn. Útgerð verður flogin út við tyrlum.
 
Var oljan uppi, hevði heimurin steðgað. Ídnaðurin og samferðslan høvðu staðið still, og mong hús staðið køld. Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Bara fá lond vinna og flyta út olju; tey flestu oljulondini eru í [[Miðeystur|Miðeystri]], [[Afrika|Norður-]] og [[Afrika|Vesturafrika]] og í [[Miðamerika|Mið-]] og [[Suðuramerika]]. Oljan verður flutt úr einum landi í annað ígjøgnum rørleiðingar og við tangaskipum. Tey londini, ið keypa mestu oljuna, eru [[USA]], [[Evropa]] og [[Eysturásia]] ([[Japan]] er uppií).
 
[[ar:زيت]]