Munurin millum rættingarnar hjá "Jóannes Eidesgaard"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Jóannes Dan Eidesgaard''' (varð valdur til løgmann [[193. aprílfebruar]] [[19512004]]).
 
Sum [[løgmaður]] hevur Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting.
Eftir valið í [[2004]] varð hann valdur til semingsleiðara. [[3. februar]] kundu teir tríggir flokkarnir [[Javnaðarflokkurin]], [[Sambandsflokkurin]] og [[Hin føroyski fólkaflokkurin|Fólkaflokkurin]] undirskriva [[samgonguskjalið]], og tá varð Jóannes valdur til [[løgmaður|løgmann]].
 
Jóannes Eidesgaard er føddur [[19. apríl]] [[1951]] á [[Tvøroyri]]. Hann er sonur [[Jonu]] og [[Erling Eidesgaard]] á [[Tvøroyri]] og er giftur við [[Anitu]], dóttir [[Johild]] og [[Bjarna W. Joensen]] úr [[Froðba]]. Tey eiga tvey børn, [[Erling]] og [[Ingun]].
 
Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í [[1977]], fekk starv á [[Tvøroyrar Skúla]] og var í starvinum, til hann í [[januar]] [[1991]] fór í landsstýrið.
 
Í [[1990]] varð hann á fyrsta sinni valdur inn á [[Løgting]] fyri [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]] í [[Suðuroyar valdømi]] og hevur verið afturvaldur síðan. Frá [[1991]] til [[1993]] var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum [[Fólkaflokkurin|Fólkaflokkin]] og [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]]. Frá [[apríl]] [[1993]] til [[september]] [[1994]] var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið [[Javnaðarflokkurin]] var í samgongu saman við [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkinum]] og [[Tjóðveldi]]sflokkinum.
 
Í tíðarskeiðnum frá [[september]] [[1994]] til [[juni]] [[1996]] var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum [[Sambandsflokkurin|Sambandsflokkin]], [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]] og [[Verkamannafylkingina]].
Síðan [[1996]] hevur Jóannes Eidesgaard verið formaður [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarfloksins]] og formaður í tingbólki [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarfloksins]]. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í [[Norðurlandaráðnum]]. Í tíðarskeiðnum [[1996]] til [[1998]] var hann fíggjarnevndarlimur.
 
Í tíðarskeiðnum frá [[1998]] til [[2001]] var Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður.
 
Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á [[Tvøroyri]] frá [[1980]] til [[2000]], men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.
 
* [[1977]] Læraraprógv á [[Føroya Læraraskúli|Føroya Læraraskúla]].