Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

4 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
== Bankakreppan í 90'unum og bankamálið ==
 
Búskaparkreppan í [[Føroyar|Føroyum]] fyrst í [[1990-talinum|90'unum]] hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann [[6. oktober]] [[1992]] verður kunngjørt, at landstýrið saman við [[Danmark|donsku]] stjórnuni vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin í Sjóvinnubankanum var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at [[Fíggingargrunnurin frá [[1992]] sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum.<br />
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - [[Danske Bank]] - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.<br />
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.<br />
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994.
Dulnevndur brúkari