Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

427 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
'''Føroya Banki''' er ein av størru bankunum í [[Føroyar|Føroyum]]. Tann [[30. apríl]] [[2007]] vóru 225 fulltíðarstørv í Føroya Banka spjadd yvir 20 deildir kring landið. Bankin veitur tænastur á trimum økjum: Privat, Vinna og Íløgur. Høvuðssæti er í [[Tórshavn]].
 
Føroya Banki varð stovnaður í [[1906]] Frammanundan var ein annar peningastovnur í [[Føroyar|Føroyum]], [[Føroya Sparikassi]] (nú [[Eik]]). Í sambandi við [[Bankakreppan|bankakreppuna]] vóru [[Sjóvinnubankin]] og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá [[1. januar]] [[1994]] at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og navnið hjá Føroya Banka.
 
 
== Børsskráseting ==
Tann 2. mai 2006 samtykti Løgtingið uppskot frá táverandi fíggjarmálaráðharra um at einskilja Føroya Banka. Fíggingargrunnurin frá 1992 átti undan børsskrásetingini 99,4% av bankanum. Aftan á søluna eigur Fíggingargrunnurin 33,4%. Føroya Banki kom á tann danska (Københavns Fondsbørs) og íslendska (ICEX) virðisbrævamarknaðin tann 26. juni 2007.
 
 
== Bankakreppan í 90'unum og bankamálið ==
Dulnevndur brúkari