Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

38 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.<br />
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.<br />
Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí bvórðu bankarnir lagdir saman í 1994.
 
 
Dulnevndur brúkari