Munurin millum rættingarnar hjá "BankNordik"

28 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
Føroya Banki varð stovnaður í [[1906]] Frammanundan var ein annar peningastovnur í [[Føroyar|Føroyum]], [[Føroya Sparikassi]] (nú [[Eik]]). Í sambandi við [[Bankakreppan|bankakreppuna]] vóru [[Sjóvinnubankin]] og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá [[1. januar]] [[1994]] at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum.
 
== Bankakreppan í 90'unum og bankamálið ==
 
Búskaparkreppan í [[Føroyar|Føroyum]] fyrst í [[1990-talinum|90'unum]] hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann [[6. oktober]] [[1992]] verður kunngjørt, at Landstýri saman við [[Danmark|donsku]] stjórnini vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at Fíggingargrunnurin frá [[1992]] sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum.<br />
Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum.<br />
Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið.
 
Dulnevndur brúkari