Munurin millum rættingarnar hjá "Klaksvíkar Ítróttarfelag"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 19:
}}
 
'''Klaksvíkar Ítróttarfelag''' er eitt fótbóltsfelag úr [[Klaksvík]], sum var stovnað í [[1904]].
 
 
== Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag<sup>1</sup>==
Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar Kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar Kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri Føroyameistaraheiti á rað.<br />
 
Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.<br />
 
Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.<br />
 
 
== Keldur ==
<sup>1</sup> Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu [http://www.klaksvik.fo www.klaksvik.fo]
 
{{stubbi}}