Munurin millum rættingarnar hjá "Klaksvíkar kommuna"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 16:
* [[Mikladalur]]
* [[Trøllanes]]
 
== Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu ==
Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík.<br />
 
Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700.<br />
 
Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini.
 
{{stubbi}}