Munurin millum rættingarnar hjá "Todi Jónsson"

Content deleted Content added
Nýggj síða: Todi Adam Jónsson (føddur 2. februar 1972 í Vejle, Danmark) er fyrrverandi føroyskur fótbóltspælari, búsitandi í Keypmannahavn. ==Yrkisfótbóltspælari== *...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 26. apr 2008 kl. 15:55

Todi Adam Jónsson (føddur 2. februar 1972 í Vejle, Danmark) er fyrrverandi føroyskur fótbóltspælari, búsitandi í Keypmannahavn.

Yrkisfótbóltspælari

  • Todi byrjaði hann sína yrkisleið í . Har var hann eisini við til at vinna FM í 1991. Hann skifti seinni til B36.
  • Í 1993 gekk túrurin til Lyngby FC og donsku Superligaina. Har spældi hann 76 dystir og gjørdi 18 mál.
  • Í 1997 var hann ein av fleiri Lyngbyspælarum, sum fylgdu Flemming Østergaard til FC København. Hansara besta tíð var ivaleyst hjá FCK, har hann var væl umtóktur av viðhaldsfólkunum, ikki minst av hansara stíðsvilja. Todi spældi 166 dystir fyri FCK og skoraði 54 mál. Hann var við til at vinna donsku Superligaina 3 ferðir og donsku steypakappingina 2 ferðir.
  • Í 2005 fór hann til IK Start í Kristiansand í Norra. Har vann hann silvur, tá ið Start bleiv nummar 2 í Tippeligaini kappingarárið 2005/2006.
  • Í 2007 skifti hann til Fremad Amager. Samstundis bleiv hann limur í nevndini og ein av høvuðsíleggjarunum í felagnum.

Landsliðið

Hann spældi 45 dystir og skoraði 9 mál fyri føroyska landsliðið.

Slóðir úteftir

Referencer



dk:Todi Jónsson