Munurin millum rættingarnar hjá "Klaksvík"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 11:
viðmerkingar =
}}
 
== Brot úr eldru søgu Klaksvíkar ==
Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum, og størsti fiskivinnubýur í landinum, men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina.<br />
 
Føroyar vóru bygdar av norðbúgvum frá umleið 825 til 970 e.Kr. Í hesum tíðarskeiðinum vóru tær føroysku landnámsbygdirnar til. Tað er ikki vist, at fyrsta norrøna búsetingin í Klaksvík er so gomul, men um ár 1100 hava fólk búleikast har. Tað er møguligt at fyrsta búsetingin í Klaksvík gongur heilt aftur til um ár 1000. Nakar miðdepil hevur staðið kortini ikki verið ta fyrstu tíðina.<br />
 
Tey umleið 6 heimatingini, sum umframt tingið í Tórshavn hava verið í Føroyum frá fornari tíð, ganga helst aftur til búsetingina. Heimatingini vóru upprunaliga sett á óbygdum stað millum bygdir. Norðoya ting kom saman í Køtlum omanfyri Árnafjørð, men einaferð í 17. øld vóru heimatingseturnar fluttar oman millum húsini. Í Norðoyggjum savnaðust menn at halda ting í Vági – núverandi Klaksvík. Hetta tingið virkaði til 1896, tá øll heimatingini í Føroyum vóru niðurløgd.<br />
 
Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum.<br />
 
Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað.
 
== Norðoya Fornminnissavn ==
Line 23 ⟶ 34:
 
== Keldur ==
* Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu: www.klaksvik.fo
 
=== Norðoya fornminnissavn ===
Line 28 ⟶ 40:
* Joensen, Súsanna: 17 málningar í Klaksvík. Í: Mondul, nr. 3/[[1981]]
* Kierkegaard, Bo og Jørgen Wadum: Pilastrar, kannilurar og rosettir. Í: Mondul, nr. 1/[[1984]]
* Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu: www.klaksvik.fo