Munurin millum rættingarnar hjá "UTC"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
s Nýggj síða: '''UTC''' er stytting fyri Coordinated Universal Time (í grundini ''Universal Time, Coordinated''). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í...
 
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
'''UTC''' er stytting fyri [[''Coordinated Universal Time]]'' (í grundini ''Universal Time, Coordinated''). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í ensku (CUT) ella fronsku (TUC)orðingini. Samstundis er heitið eisini farið at líkjast astronomisku tíðareindini UT1.
 
UTC er mestsum sama tíðareind sum [[GMT]] ([[Greenwich Mean Time]]). Tó er UTC nógv neyvari tíðareind, tí UTC er ein samskipan av fleiri ymiskum [[atomur]]um. UTC (og GMT) verður eisini kallað [[Zulutíð]] eftir bókstavinum Z í [[morsialfabet]]inum. UTC er grundeindin í tíðarfesting í heiminum.
 
Tíðarfestingin í ymsum londum verður so ásett í tímum, sum antin verða lagdir afturat UTC (eystanfyri 0 stig longdarásin) ella drigin frá UTC (vestanfyri 0 stig longdarásin. [[Danmark]] hevur soleiðis UTC +1 um veturin og UTC + 2 um summarið ([[summartíð]]). [[Ísland]] hevur UTC minus 1.
 
Føroysk tíð er UTC (ella GMT) um veturin. [[Summartíð]] er UTC pluss 1 tíma.