Munurin millum rættingarnar hjá "UTC"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
s Nýggj síða: '''UTC''' er stytting fyri Coordinated Universal Time (í grundini ''Universal Time, Coordinated''). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 22. apr 2008 kl. 13:02

UTC er stytting fyri Coordinated Universal Time (í grundini Universal Time, Coordinated). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í ensku (CUT) ella fronsku (TUC)orðingini. Samstundis er heitið eisini farið at líkjast astronomisku tíðareindini UT1. UTC er mestsum sama tíðareind sum GMT (Greenwich Mean Time). Tó er UTC nógv neyvari tíðareind, tí UTC er ein samskipan av fleiri ymiskum atomurum. UTC verður eisini kallað Zulutíð eftir bókstavinum Z í morsialfabetinum.

Føroysk tíð er UTC (ella GMT) um veturin. Summartíð er UTC pluss 1 tíma.