Munurin millum rættingarnar hjá "Norrønt Atlantssamstarv"

Content deleted Content added
Nýggj síða: NORA (Norrønt Atlantssamstarv) er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. Nevndin er partur av marknaøkispolitiska...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 10. apr 2008 kl. 14:58

NORA (Norrønt Atlantssamstarv) er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. Nevndin er partur av marknaøkispolitiska samstarvinum hjá Ráðharraráðnum. Norðurlendska støðið og verkætlanarskipaða arbeiðið gevur NORA góðar møguleikar at seta í verk altjóða samstarv í økinum, samstarv sum byggir á norðurlendsk virði og mál.

NORA verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og við partvísari fígging úr teimum fýra NORA londunum, Føroyum, Grønland, Íslandi og Noregi.

Nevndin í NORA er mannað við trimum umboðum fyri hvørt landið. Við strategi, sum fevnir yvir fleiri ár, ásetir nevndin yvirskipaða arbeiðssetningin hjá NORA.

Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Havn. Í Grønlandi, Íslandi og Norður- og Vesturnoregi eru kontaktpersónar, sum arbeiða fyri NORA.

NORA virkar fyri at styrkja samstarvið í økinum, so at Norðuratlantshavið verður eitt sterkt økið í Norðurlondum, eyðkent av góðari, burðardyggari og fíggjarligari menning. Hetta verður millum annað gjørt við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarstovnar í teimum fýra NORA londunum.

Uppgávan hjá NORA er:

At skapa politiskar og fakligar karmar har kjak kann vera um felags norðuratlantiskar trupulleikar og menna felags ætlanir og átøk. At miðla og seta í verk verkætlanarsamstarv. At virka fyri menning í tráð við norðurlendsku hugsanina um burðardygga menning. At menna NORA til ein áhugaverdan viðleikara í norðurlendskum samstarvi við grannalondini í økinum.