Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Andrias Djurhuus"

Content deleted Content added
Abu ari (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 3:
 
'''Hans Andrias Djurhuus''' er føddur í [[Tórshavn]] [[20. oktober]] [[1883]], deyður [[6. mai]] [[1951]]. Hans Andrias Djurhuus er bróðir navnframa yrkjaran [[Janus Djurhuus]], og saman ganga teir mangan undir heitinum [[Áarstovubrøðurnir]]. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var [[Áarstova]] í [[Tórshavn|Havn]].
 
{{stubbi}}
 
== Lívssøga ==
 
Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin [[20. oktober]] í árinum [[1883]]. Hans Andrias vaks til í [[Tórshavn]], har barnaheim hansara var [[Áarstova]]. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og [[søga|søgu]], og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum.
Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, [[Janus Djurhuus|Janus]], Christian, Hans Andrias og Poul Juel.
Line 17 ⟶ 16:
Lívið var ikki uttan trupulleikar fyri Hans Andrias. Í árinum [[1923]] misti hann konu sína, Juttu. Orsøkin var aftur herviliga [[tuberklar|tuberklasmittan]], og Hans Andrias gjørdist einkjumaður. Hans Andrias giftist tó uppaftur í [[1925]], og í seinnu giftu giftist hann við Petru. Hjúnarlagið teirra millum helt síðani á, inntil Hans Andrias andaðist í [[1951]].
 
== Ritverkið ==
 
Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum [[1901]], meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði [[Janus Djurhuus]], eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking [[Janus Djurhuus|Janusar]] fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis.
 
Hans Andrias Djurhuus er stórvirknasta skaldið, ið [[Føroyar]] nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða.
 
Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar.
 
Hóast ritverk Hans Andriasar er sera fjølbroytt og spennir sera víða, sæst týðiliga, at týdningarmiklir felagsnevnarar eru í øllum skaldskapi hansara. Hugsað verður serstakliga um lívskáta og ljósa hugburðin, ið er sum afturljóð í skaldskapi hansara. Tískil er eyðvitað, at lyndi og heimsfatan Hans Andriasar týðiliga koma til ásýnis í skaldskapi hansara. Fatan okkara av Hans Andriasi, sum barnsins og fólksins vinur, er tískil sprottin úr káta yrkingarhátti og lyndi hansara. [[Føroyar|Føroysku]] náttúruna, ið er bæði harðbalin og hóttandi, lýsir hann vakra og hugtakandi. Dagsins strev og barnsins leik, ja, alt samalt lýsir hann við miklari gleði og sóma, soleiðis er Hans Andrias og skaldskapur hansara.
 
Hans Andrias hevur í mong ár veitt [[Føroyar|føroyska]] samfelagnum dýrar gripir, ið flestu fólk hava kærar. Av verkum hansara kunnu millum annað nevnast Undir víðum lofti frá [[1934]], Yvir teigar og tún frá [[1936]], Sjómansrímur frá [[1925]], Beinta frá [[1927]], Søgumál frá [[1922]] og Føroya søga frá [[1924]]. Navnframastu verk hansara eru tó uttan iva barnabøkurnar Barnarímur frá [[1915]] og Barnabókin, bd. 1-2 frá [[1923]]-[[1924]]. Óvitar og ungdómar hava í mong ár fingið innlit í hesi verk, tí tilfarið í teimum verður dúgliga nýtt til skúlabrúks.
 
Í skaldskapi sínum vendir Hans Andrias sær tessvegna til bæði vaksnamannasálina og barnasálina. Káta huglagið eyðkendi Hans Andrias sum persón, nakað ið týðiliga sæst aftur í skaldskapi hansara.
Linja 41:
== Útgivið ==
=== Yrkingasøvn ===
* [[1905]] - Hin gamla søgan
* [[1915]] - Barnarímur
* [[1916]] - Hildarljóð
* [[1922]] - Søgumál
* [[1925]] - Sjómansrímur
* [[1932]] - Halgiljóð
* [[1934]] - Morgun- og kvøldsálmar
* [[1934]] - Undir víðum lofti
* [[1936]] - Yvir teigar og tún
* [[1936]] - Havet sang
 
=== Sjónleikir ===
* [[1908]] - Marita
* [[1917]] - Annika
* [[1930]] - Álvaleikur
* [[1930]] - Eitt ódnarkvøld
* [[1933]] - Traðarbøndur
* [[1935]] - Ólavsøkumynd
* [[1936]] - Løgmansdótturin á Steig
* [[1947]] - Leygarkvøld í Bringsnagøtu
 
=== Ymiskt ===
* [[1922]] - Eitt ár til skips (smásøgur & ævintýr)
* [[1922]] - Barnabókin
* [[1924]] - Føroya søga
* [[1927]] - Barnabókin, økt útgáva
* [[1927]] - Beinta (skaldsøga)
* [[1929]] - Ævintýr
* [[1950]] - Í mánalýsi (minnisrit)
* [[1952]] - Føroya søga, økt útgáva
 
== Sagt um Hans Andrias og skaldskap hansara ==