Munurin millum rættingarnar hjá "Kappróður"

Content deleted Content added
JAnDbot (kjak | íkøst)
s robot Adding: da:Roning
No edit summary
Linja 1:
'''At rógva kapp''' er elligomul [[Ítróttur|ítróttagrein]]. Frá gamlari tíð hevur verið vanligt, at bátar hava róð kapp, eitt nú á grindaferð ella aftur av útróðri. Tað hevur tó ikki verið undir skipaðum viðurskiftum, men meira tilvildarliga, tá tað bar so á, at bátar fóru somu leið samstundis.
 
Seinni, serliga eftir at føroyski [[róðrarbátur|róðrarbáturin]] hevði mist sín týdning sum álitið í útróðri, varð farið undir at skipa fyri kappróðri á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] og til aðrar [[bygdastevna|stevnur]]. Fyrstu árini var tað mest við teimum bátum, ið vóru til taks, men seinnu árini hava menn latið smíðað bátar til kappróður. Kendastu [[bátasmiður|bátasmiðirnir]] á hesum øki eru [[Niklas í Koltri]] og seinni [[Sámal Hansen]].