Munurin millum rættingarnar hjá "Býarbókasavnið í Havn"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 4:
== Stutt um Býarbókasavnið ==
 
'''[[1969]]''' [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommuna]] setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.
 
'''[[1990]]''' Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.
 
'''[[1993]]''' Hølini, ið fyrr vóru tekniska deild hjá [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]], vórðu tikin upp í bókasavnið.
Bókasavnið er nú 813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á 4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli.
 
'''[[2006]]''' fekk bókasavnið lyftu.
 
 
Linja 17:
 
 
Bókasavnið eigur o.u. 74.500 bøkur og tíðarrit ([[2005]]).
91.508 vitjaðu bókasavnið í [[2005]].
6 [[Telda|teldur]] eru fyri brúkarar til internetnýtslu, 1 arbeiðstelda til at skriva umsóknir, uppgávur og tílíkt, 5 teldur eru til innnanhýsisleiting, 2 spæliteldur eru á barnabókasavninum ([[2005]]).
10 skúlabókasøvn í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið.
Bókasavnið hevur samstarv við 6 stovnar ([[ellisheim]], [[Varðhaldið]] o.t.) í býnum um útlán.
11 fulltíðarstørv eru á bókasavninum, 5 skrivstovufólk, 5 bókavørðir og býarbókavørðurin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk.
 
'''[[1982]]''' fór bókasavnið at læna út [[ljóðbøkur]].
 
'''[[1998]]''' varð alt tilfarið skrásett á teldu.
 
'''[[2004]]''' fór bókasavnið at læna út dvd-filmar.
 
'''[[2005]]''' varð nýggj, nútímans telduskipan keypt og sett í verk.