Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jacob Debes"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''Hans Jacob Debes''' ([[17. juli]] [[1940]] - [[26. januar]] [[2003]]).
 
Hann vaks upp og gekk í skúla við [[Gjógv]]. Árini [[1955]]-[[1957]] fór hann til skips við [[Føroyar|føroyskari]] slupp og [[Ísland|íslendskum]] trolara. Og hann tók preliminerprógv í [[Tórshavn|Havn]] í [[1959]] og í [[1962]] nýmálsligt studentsprógv.
 
Í [[1970]] tók hann embætisprógv sum cand. mag. á lærda háskúlanum í [[Keypmannahavn]] í [[Søga|søgu]] og [[Enskt (mál)|enskum]]. Hann var síðani lærari í [[Føroya Studentaskúli og HF-skeið|Føroya Studentaskúla og HF-skeiði]], til hann í [[1986]] fór í starv sum lektari á [[Fróðskaparsteri Føroya]]. Í [[1986]] gjørdist hann dr. phil. frá [[Háskóla Íslands]] við ritgerðini "Nú er tann stundin ...". Í [[1989]] varð hann tilnevndur professari í almennari [[Søga|søgu]] og [[Føroyar|Føroya]] [[Søga|søgu]] á [[Fróðskaparestur Føroya|Fróðskaparsetri Føroya]].
 
Hans Jacob Debes sat í stjórn [[Føroya Fólkaháskúla]] [[1973]]-[[1990]], í stýrinum fyri [[Norðurlandahúsið|Norðurlandahúsið í Føroyum]] [[1988]]-[[1992]], í [[Føroyar|Føroya]] skúlastjórn [[1975]]-[[1978]], Landsskúlaráðnum [[1988]]-[[1992]] og var formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin [[1975]]-[[1979]] og [[1989]]-[[1991]]. Eisini var hann tingmaður fyri [[Tjóðveldisflokkurin|Tjóðveldisflokkin]] frá [[1986]] til [[1988]].
 
== Heiðurslønir ==
Linja 11:
 
== Útgivið ==
* [[1969]] - ''Tjóðskaparrørslan og Føringafelagsstíðin.'' Formæli. Føringatíðindi.
* [[1984]] - ''Nú er tann stundin. Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til [[1906]]. Við søguligum baksýni.'' (Doktararitgerð).
* [[1985]] - ''Leitan eftir rótunum.'' Inngangur til Niels Winther: Færøernes Oldtidshistorie.
* [[1987]] - ''Nationale og etniske minoriteter i Norden i 1800- og 1900-tallet. Færøerne.'' Rapporter til den XX Nordiske Historikerkongres. Reykjavík 1987. Ritstj. Gunnar Karlsson.
* [[1990]] - ''Føroya søga 1.'' [[Norðurlond]] og [[Føroyar]], [[Føroya Skúlabókagrunnur]], [[Tórshavn]].
* [[1990]] - ''De døde i livet - de levende døde.'' Søkelys på biografi- og memoarlitteratur. Seminar í Norðurlandahúsinum [[1989]].
* [[1990]] - ''Uden etikken befinder vi os let på den forkerte side.'' Etikk i politikk og journalistikk. Seminar í Norðurlandahúsinum [[1990]].
* [[1991]] - ''Færøerne: Identitetserkendelse og nationalisme i en rigspolitisk periferi.'' Nordatlantiske foredrag. Seminar í Norðurlandahúsinum [[1989]].
* [[1991]] - ''Trygging í Føroyum.'' Tryggingarsambandið Føroyar 50 ár. (Ritstj.)
* [[1991]] - ''[[Jóannes Patursson]].'' Ein byrjan til eina politiska ævisøgu.
* [[1993]] - ''Politiska [[søga]] [[Føroyar|Føroya]] [[1814]]-[[1906]].''
* [[1993]] - ''Ein kvistur spretti...'' Keldur til politisku [[Søga|søgu]] [[Føroya]] [[1800]]-[[1906]].
* [[1993]] - ''Tjóðskaparrørsla.'' Sum granskingarevni. [[Føroyar]] sum dømi. Fróðskaparrit [[1992]].
* [[1993]] - ''Føroyar á bretskum valdaøki fram til fyrra heimskríggj.'' Frændafundur. Fyrilestrar frá [[Ísland|íslendsk]]-[[Føroyar|føroyskari]] ráðstevnu [[1992]]. [[Reykjavík]].
* [[1993]] - ''Problems Concerning the Earliest Settlement in the Faroe Islands.'' The Viking Age in Caithness, Orkney and the North Atlantic. Ed. Colleen Batey, Judith Jesch and Christoffer Morris. Edinburgh. s. 454-464.
* [[1993]] - ''The Faroe Islands. Medieval Scandinavia.'' An Encyclopedia. Ed. Phillip Pulsiano. [[New York City|New York]] & [[London]]. s. 184-186.
* [[1993]] - ''Historia - en översikt.'' Hasse Schröder: Färöarna - mer än fåglar. Uppsala.
* [[1994]] - ''Omkring formationen af en nation.'' Færøerne som unikt og komparabelt eksempel. Fróðskaparrit.
* [[1994]] - ''Ísland - land og ríki.'' Politiska [[søga]] Íslands[[Ísland]]s.
* [[1994]] - ''Ideer og identitet.'' Færøerne og europæiske tidsbevægelser. Nordisk Historikerkongres. [[Oslo]]. Kongresrapport.
* [[1994]] - ''Sjórænarar og turkar.''
* [[1995]] - ''Føroya søga 2.'' Skattland og len. Føroya Skúlabókagrunnur, [[Tórshavn]].
* [[1995]] - ''[[Nólsoyar Páll|Nólsoyar-Páll]]. Maðurin og samtíð hansara.'' Sosialurin.
* [[1995]] - ''Konsul í Føroyum.'' Umseting og kommentering av Henry Montagu Villiers: Charms of the Consular Career.
* [[1995]] - ''On the Formation of a Nation: The Faroe Islands.'' Ethnicity and Nation Building in the Nordic World. Ed. Sven Tägil. [[London]]. s. 63-84.
* [[1995]] - ''Færøerne og Norge.'' En tusindårig forbindelses begyndelse, forløb og afslutning. Norsk Historisk Tidsskrift nr. 1.
* [[1995]] - ''[[Nólsoyar Páll|Nólsoyar-Páll]] - der Mann und seine Zeit.'' Tjaldur. Mitteilungsblatt des Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel. nr. 14, s. 14-20 og nr. 15, s. 6-16.
* [[1995]] - ''Die Krise der Unselbständigkeit im Nordatlantik.'' Tjaldur. Mitteilungsblatt des Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel. nr. 14, s. 7-13.
* [[2000]] - ''Føroya søga 3.'' Frá kongligum einahandli til embætisveldi. [[Føroya Skúlabókagrunnur]], [[Tórshavn]].
* [[2000]] - ''Hin lærdi skúlin í [[Tórshavn|Havn]],'' Sprotin.
* [[2000]] - ''[[Stóra Bretland|Bretskur]] konsul í [[Føroyar|Føroyum]],'' Sprotin.
* [[2001]] - ''Færingernes land - Historien om den færøeske nutids oprindelse,'' Multivers.
 
== Keldur ==
 
* [http://www.rit.fo/fo/limir/D/HJ_Debes.asp Rithøvundafelag Føroya - Hans Jacob Debes]
* ''Løgtingið 150, hátíðarrit.'' Løgtingið, Tórshavn 2002. s. 270.