Munurin millum rættingarnar hjá "Norðoyar"

Content deleted Content added
JhsBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: pl:Norðoyar
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Faroe map northern isles.png|thumb|200px|Norðoyar.]]
'''Norðuroyggjar''' ella '''Norðoyar''' er tær 6 norðastu og eystastu oyggjar í [[Føroyar|Føroyum]]. Tær liggja sum ein eind og eru [[Fugloy]], [[Svínoy]], [[Viðoy]], [[Borðoy]], [[Kunoy]] og [[Kalsoy]]
 
Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður. Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri [[Føroyar]], og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av [[19. øld]], komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at [[Stóra Bretland|bretskir]] trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið [[1900]].
 
[[Bólkur:Føroyar]]