Munurin millum rættingarnar hjá "Evangelium"

Content deleted Content added
Arnizach (kjak | íkøst)
Nýggj síða: "Evangelium" er heitið, sum kristna frumkirkjan, gav bókum, sum vóru skrivaðar um lív Jesusar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir Matteus, Markus, Lukas og...
 
Haukur (kjak | íkøst)
Interwiki, bólkur, wikify
Linja 1:
"'''Evangelium"''' er heitið, sum kristna frumkirkjan, gav bókum, sum vóru skrivaðar um lív Jesusar[[Jesus]]ar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir [[Matteus]], [[Markus]], [[Lukas]] og [[Jóhannes]].
 
=== Orðið ===
Orðið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). Orðið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur keisari varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu kristnu brúktu hetta orðið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi keisarin, Kongur konganna, Jesus var føddur.
 
=== Synoptisku evangeliini ===
Tey fyrstu trý evangeliini, Matteus, Markus og Lukas, verða rópt tey synoptisku evangeliini, tí tey eru í stóran mun bygd á hvørt annað. Í støðum sitera tey hvørt annað beinleiðis, í øðrum førum sitera og leggja tey ymiskt aftrat ella takað ymiskt burtur. Ymiskar teoriir eru um hvussu hendan ritstjóran er farin fram. Spurningurin um hesa ritstjóran verður róptur [[synoptiski trupulleikin]]. Summi vísa til eina ókenda kelda, kallað [[Q]] (stytting av týska orðinum "Quelle", sum merkir kelda), sum evangelistarnir bygdu sína skriving á. Flest allir granskarar eru samdir um at Evangeliið hjá Markus var tað fyrsta, sum varð skrivað. Sambært summum kemur síðani Matteus og so Lukas. Ósemja er um nær synoptisku evangeliini vórðu skrivað, men vanligt er at siga, at tað eftir Markus varð skrivað í 50-60, Matteus umleið 70 og Lukas umleið 80.
 
=== Jóhannes ===
Flest allir granskarar eru samdir um at Evangeliið eftir Jóhannes var tað seinasta evangeliið, sum varð skrivað. Hetta tí, at Jóhannes hevur mest mentu gudfrøðina av øllum evangeliunum. Granskarar meta at Jóhannesar evangelii varð skrivað í 90-100.
 
=== Onnur evangelium ===
Tað vóru nógv onnur evangelium skrivað enn tey fýra kanonisku. Tað kendasta av hesum er óiva tað eftir [[Evangeliið eftir Tummas|Tummas]]. Onnur eru tað eftir Mariu Magdalenu, Pætur, Jákup og Judas, millum annað. Nógv av hesum høvdu sín uppruna í [[gnostiskur kristindómur|gnostisku]] rørslunum, sum tóku seg upp í 2. øld e.Kr. So at siga allir granskarar eru samdir um at hesi evangelium ikki eru søguliga eftirfarandi.
 
[[Bólkur:Kristindómur]]
 
[[ar:إنجيل]]
[[az:İncil]]
[[br:Aviel]]
[[bg:Евангелие]]
[[ca:Evangeli]]
[[cs:Evangelium]]
[[da:Evangelium]]
[[de:Evangelium (Buch)]]
[[en:Gospel]]
[[et:Evangeelium]]
[[es:Evangelio]]
[[eo:Evangelio]]
[[eu:Ebanjelio]]
[[fr:Évangile]]
[[fur:Vanzeli]]
[[got:𐌰𐌹𐍅𐌰𐌲𐌲𐌴𐌻𐌾𐍉]]
[[ko:복음서]]
[[hsb:Ewangelij]]
[[hr:Evanđelje]]
[[id:Injil]]
[[ia:Evangelio]]
[[it:Vangelo]]
[[he:בשורות]]
[[jv:Injil]]
[[ht:Levanjil]]
[[la:Evangelium]]
[[lb:Evangelium]]
[[li:Evangelie]]
[[hu:Evangélium]]
[[mk:Евангелие]]
[[nl:Evangelie]]
[[ja:福音書]]
[[no:Evangeliene]]
[[nn:Evangelium]]
[[nrm:Évaungùile]]
[[nds:Evangelium]]
[[pl:Ewangelia]]
[[pt:Evangelho]]
[[ro:Evanghelie]]
[[ru:Евангелие]]
[[sq:Ungjilli]]
[[scn:Vanceli]]
[[simple:Gospel]]
[[sl:Evangelij]]
[[sr:Јеванђеље]]
[[fi:Evankeliumi]]
[[sv:Evangelium]]
[[th:พระวรสาร]]
[[tr:İncil]]
[[uk:Євангеліє]]
[[ur:انجیل]]
[[wa:Evandjîle]]
[[zh:四福音书]]