Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Replacing page with 'Føroyar er besta land í heiminum Her búgva :: David becham, Britney Spears, Tom cruse, Bill Kauzlict. ? hahah'
Linja 1:
Føroyar er besta land í heiminum
{{Infoboks Land
Her búgva :: David becham, Britney Spears, Tom cruse, Bill Kauzlict. ?
| uppruna_navn = Føroyar
| navn = Føroyar
| mynd_flagg = Flag of the Faroe Islands.svg
| mynd_skjald = Vedur.svg
| motto = '''Onki'''
| mynd_positión = LocationFaroeIslands.png
| alment_mál = [[Føroyskt mál|Føroyskt]]
| høvuðsstaður = [[Tórshavn]]
| forseti_heitið = Kongur
| forseti = [[Margretha drotning II]]
| løgmaður_heitið = Løgmaður
| løgmaður = [[Jóannes Eidesgaard]]
| vídd = 1.395,74
| vatn = 0,5
| íbúgvar = 48.378
| íbúgvar_ár = 2007
| íbúgvar_km2 = 35
| fullveldi = Onki<sup>1</sup>
| gjaldoyra = [[Føroysk króna]] FOK=DKK
| tíðarzona = [[Coordinated Universal Time|UTC]] +0
| tjóðsangur = [[Tú alfagra land mítt]]
| alnet_økisnavn = .fo
| telefon_landakota = 298
| spenningur = 230V, 50 Hz
| viðmerkingar = <small><sup>1</sup>Heimastýri síðani [[1948]].</small>
}}
 
[[Mynd:Faroe map with villages, streets, straits, firths and major moutains.png|thumb|200px|Føroyakort.]]
 
'''Føroyar''' (62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í [[Norðuratlantshav|Norðuratlantshavi]]. Íbúgvarnir verða nevndir ''føroyingar'', og tungumálið er [[Føroyskt mál|føroyskt]]. Føroyska flaggið verður nevnt [[Merkið]] og [[Skjaldarmerki Føroya|føroyska skjaldarmerkið]] ímyndar ein veðr á bláum skjøldri.
 
== Søga ==
''Høvuðsgrein: [[Føroya søga]]''
 
hahah
[[Írland|Írski]] munkurin [[Dicuil]] skrivar [[825]] bókina ''Liber de mensura orbis terrae'', har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. [[Grímur Kamban]] er fyrsti landnámsmaður uml. 825. [[999]] taka føroyingar við [[kristindómur|kristindóm]]inum, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum [[Sigmundur Brestisson |Sigmund Brestisson]] og [[Tróndur í Gøtu|Trónd í Gøtu]].
 
[[Mynd:Mh 15-f 132 v.jpg|thumb|left|[[Seyðabrævið]]]]
 
[[1035]] tekur [[Leivur Øssursson]] Føroyar í [[len]] frá [[Noreg]]s kongi og [[1100]] verða Føroyar biskupsdømi undir [[Nidaros]] erkabiskupsdømi. [[Erlendur bispur]] skrivar í [[1298]] [[Seyðabrævið]] í [[Kirkjubøur|Kirkjubø]], har [[múrurin]] síðani verður bygdur í [[1300]], men ikki liðugur.
 
[[1380]] fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir [[trúbot]]ina [[1538]] verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir [[Bergen]]s [[biskupur|biskupi]]. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. [[1619]] fylgir handilin við Føroyar frá Bergen til [[Keypmannahavn]]ar. [[1620]] kemur Føroya kirkja undir [[Sæland]]s biskup.
 
Í [[Gablatíðin]]i [[1655]]-[[1709]] fær [[Kristoffur Gabel]] Føroyar í len. [[1662]] fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. [[1673]] skrivar presturin [[Lucas Debes]] bókina ''Færoæ et Færoa reserata''. Eldur er í í [[Tinganes]]i, og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. [[1688]] verður [[Norska Lóg]] galdandi í Føroyum.
 
Síðan [[1709]] er [[kongligur einahandil]]. [[Rybergs handil]] er [[1768]]-[[1788]] í Vágsbotni, [[Tórshavn]]. Føroyingar læra at salta sild, og [[klippfiskur]] verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður [[1776]] løgd undir Sælands stiftsamt. [[1781]]-[[1788]] er Føroyaferðin hjá [[Jens Christian Svabo]], sum skrivar bókina ''Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782.
 
[[Nólsoyar Páll]] byggir [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] [[1804]]. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður [[1547]]). [[1809]] gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum.
 
Eftir [[Fríðurin í Kiel]] [[1814]] fer Noreg frá Danmark undir [[Svøríki|svenskan]] kong. Føroyar, [[Ísland]] og [[Grønland]] vera verðandi saman við Danmark. [[Løgting]]ið verður avtikið [[1816]] og Føroyar verða danskt amt.
 
[[V. U. Hammershaimb]] ger tað [[føroyskt mál|føroyska skriftmálið]] í [[1846]].
 
[[Danska grundlógin]] frá [[1849]] verður sett í gildi í Føroyum [[1850]]. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er [[1851]], og [[1852]] verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann [[1. januar]] [[1856]]. Føroyar hava nú fríhandil.
 
[[1861]] verður realskúlin í Havn stovnaður og [[1870]] læraraskúlin. Almúguskúlar koma [[1872]]. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og [[slupptíðin|sluppfiskiskapurin]] byrjar.
 
Tann [[Jólafundurin|tjóðskaparligi fundurin]] í tinghúsinum er 2. jóladag [[1888]] og førir til, at [[Føringafelag]] verður stovnað. [[1899]] verður [[Føroya Fólkaháskúli]] settur á stovn. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til [[1906]]-[[1908]]: [[Sambandsflokkurin]] og [[Sjálvstýrisflokkurin]], ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi [[1918]].
 
Løgtingsskipanin verður broytt [[1923]]: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. [[1928]] fær [[Javnaðarflokkurin]] umboð á tingi.
 
[[1937]] setir Løgtingið [[Føroya Studentaskúla]] á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá [[1912]], um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann [[13. desember]] [[1938]]. Føroyskt bleiv kirkjumál tann [[13. mars]] [[1939]].
 
[[1940]]-[[1945]] eru [[Bretska hersetingin í Føroyum|Føroyar hersettar av Bretland]]. Tann [[25. apríl]] 1940 bleiv [[Merkið]] góðkent sum føroyskt flagg. [[Fólkaflokkurin]], sum varð stovnaður [[1939]], fekk 6 mans á ting í 1940.
 
Við [[Fólkaatkvøðan 14. september 1946|fólkaatkvøðu]] um stjórnaruppskot ella loysing tann [[14. september]] [[1946]] er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. [[Heimastýrislógin]] kemur í gildi [[1948]], og [[Tjóðveldisflokkurin]] stovnaður.
 
[[1957]] verður [[Útvarp Føroya]] stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í [[1964]]. [[Fróðskaparsetur Føroya]] verður sett á stovn í [[1965]].
 
Føroyar fáa umboð í [[Norðurlandaráðið|Norðurlandaráðnum]] í [[1970]], og í [[1974]] er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í [[ES|E.E.C]].
 
Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan hjá [[Postverk Føroya|Postverki Føroya]] er [[1. apríl]] [[1976]].
 
[[1977]] fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.
 
== Politikkur ==
''Høvuðsgrein: [[Føroyskur politikkur]]''
 
[[Mynd:Tinganes.jpg|thumb|right|[[Tinganes]]]]
Politiskt eru Føroyar skipaðar við [[Løgting|Løgtingi]], ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og [[Landsstýri]], ið hevur útinnandi valdið um hendi. [[Kommunur]] taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt.
 
Sambært [[Heimastýrislógin|heimastýrislógini]] verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og Dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk umframt fólkakirkjuna.
 
Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
 
Seks politiskir flokkar sita á tingi. Hesir eru:
{|align="center" cellpadding="0" cellspacing="0" width="40%"
!align="left" |Flokkur
!align="right"|Tinglimir
!align="right"|% á vali
|-bgcolor="#eeeeee"
|'''A.''' [[Fólkaflokkurin]]
|align="right"|7
|align="right"|20,6
|-
|'''B.''' [[Sambandsflokkurin]]
|align="right"|7
|align="right"|23,7
|-bgcolor="#eeeeee"
|'''C.''' [[Javnaðarflokkurin]]
|align="right"|7
|align="right"|21,8
|-
|'''D.''' [[Sjálvstýrisflokkurin]]
|align="right"|1
|align="right"|4,6
|-bgcolor="#eeeeee"
|'''E.''' [[Tjóðveldisflokkurin]]
|align="right"|8
|align="right"|21,7
|-
|'''H.''' [[Miðflokkurin]]
|align="right"|2
|align="right"|5,2
|-bgcolor="#eeeeee"
|'''Tilsamans'''
|align="right"|'''32'''
|align="right"|'''97,6'''
|}
 
Politisku spurningarnir, sum hesir flokkarnir eru ósamdir um, eru ikki bara um høgra og vinstra, sum ofta er í fullveldisríkjum. Flokkarnir eru eisini ósamdir um spurningar, ið snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og í flestu londum uttan fullveldi.
 
Í løtuni sita flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu saman. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 21 av 32 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg.
 
Politisk mál, sum hava fingið stóra umrøðu seinastu árini eru ríkisrættarliga støðan, vinnustudningur, kommunusamanleggingar, fullur limaskapur í [[Norðurlandaráðið|Norðurlandaráðnum]] og onnur.
 
Hygg eisini at:
* [[Løgmaður í Føroyum]]
* [[Løgting]]
* [[Løgtingsval]]
 
== Mentan ==
[[Mynd:JHODjurhuus JFJacobsen WHeinesen HADjurhuus.jpg|thumb|Teir fyrstu og komandi føroysku rithøvundarnir [[Janus Djurhuus]], [[Jørgen-Frantz Jacobsen]], [[William Heinesen]] og [[Hans A. Djurhuus]] um [[1924]].]]
''Høvuðsgrein: [[Føroysk Mentan]]''
 
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. [[Føroyskt mál|Málið]] er runnið úr [[Fornnorrønt mál|fornnorrønum]] eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar [[Kristindómur|kristnir]] hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristið. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í [[20. øld]] betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók [[Myndlist|myndlistin]] dik á seg í [[20. øld]], og er síðani nógv ment.
 
Sí eisini:
* [[Tónleikur í Føroyum]]
* [[Føroyskir rithøvundar]]
 
== Landafrøði ==
''Høvuðsgrein: [[Føroysk Landafrøði]]''
 
[[Mynd:Litla-dimun-photo.jpg|thumb|right|[[Lítla Dímun]]]]
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, [[Lítla Dímun]]. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1.395,74 km².
 
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag.
 
[[Mynd:Tindholmur, Faroe Islands (3).JPG|thumb|[[Drangarnir]], [[Tindhólmur]] og [[Gáshólmur]].]]
Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
 
Sí eisini:
* [[Býir í Føroyum]]
* [[Fjøll í Føroyum]]
* [[Kommunur í Føroyum]]
* [[Oyggjar í Føroyum]]
* [[Hólmar í Føroyum]]
* [[Vøtn í Føroyum]]
* [[Tunlar í Føroyum]]
 
== Búskapur ==
''Høvuðsgrein: [[Føroyskur Búskapur]]''
 
== Sí eisini ==
* [[Fuglar í Føroyum]]
 
== Slóðir ==
{{commons|Føroyar}}
* [http://www.faeroerne.dk Føroysk turistportal við gallarí og forum]
* [http://www.tinganes.fo/ Løgmansskrivstovan]
* [http://www.hagstova.fo Hagstovan]
* [http://www.matrikul.fo Matrikulstovan]
* [http://www.faroestamps.fo Faroestamps.fo]
* [http://www.Faroeislands.dk/ Faroeislands.dk]
* [http://www.psp-info.dk/faroe/INDEX.HTM psp-info.dk/faroe]
* [http://www.kort.fo/website/F20/viewer.htm Kort.fo] (Kort yvir Føroyar)
* [http://www.skulin.fo/myndasavn skulin.fo/myndasavn] (Myndasavnið á skulin.fo)
* [http://forum.faroe-islands.de/phpBB2/viewforum.php?f=13 Forum om Føroyar på de nordiska mál]
 
{{Norðurlond}}
{{Oyggjar}}
 
[[Bólkur:Føroyar|*]]
[[Bólkur:Evropa]]
 
{{Link FA|de}}
{{Link FA|no}}
{{Link FA|sr}}
 
[[af:Faroëreilande]]
[[als:Färöer]]
[[am:ፋሮ ደሴቶች]]
[[ar:جزر فارو]]
[[ast:Islles Feroe]]
[[be-x-old:Фарэрскія выспы]]
[[bg:Фарьорски острови]]
[[bpy:ফারো দ্বীপমালা]]
[[br:Faero]]
[[bs:Farska ostrva]]
[[ca:Illes Fèroe]]
[[ce:Фарерийн гІайренаш]]
[[cs:Faerské ostrovy]]
[[cy:Føroyar]]
[[da:Færøerne]]
[[de:Färöer]]
[[el:Νήσοι Φερόες]]
[[en:Faroe Islands]]
[[eo:Ferooj]]
[[es:Islas Feroe]]
[[et:Fääri saared]]
[[eu:Faroe Uharteak]]
[[fa:فارو]]
[[fi:Färsaaret]]
[[fr:Îles Féroé]]
[[frp:Iles Fèroè]]
[[ga:Oileáin Fharó]]
[[gd:Na h-Eileanan Farach]]
[[gl:Illas Feroe - Føroyar]]
[[gv:Ellanyn ny Geyrragh]]
[[he:איי פארו]]
[[hr:Føroyar]]
[[hsb:Färöje]]
[[hu:Feröer]]
[[id:Kepulauan Faroe]]
[[io:Faero]]
[[is:Færeyjar]]
[[it:Isole Fær Øer]]
[[ja:フェロー諸島]]
[[ka:ფარერის კუნძულები]]
[[kk:Фөрөярлер]]
[[ko:페로 제도]]
[[ku:Giravên Faroe]]
[[kw:Ynysow Faroe]]
[[li:Faeröer]]
[[lij:Isoe Farœ]]
[[lt:Farerų salos]]
[[lv:Fēru salas]]
[[mk:Фарски Острови]]
[[ms:Kepulauan Faroe]]
[[nds-nl:Faeröer]]
[[nl:Faeröer]]
[[nn:Færøyane]]
[[no:Færøyene]]
[[oc:Illas Feròe]]
[[pl:Wyspy Owcze]]
[[pms:Faròe]]
[[pt:Ilhas Feroé]]
[[rmy:Dvipa Faroe]]
[[ro:Insulele Feroe]]
[[ru:Фарерские острова]]
[[sco:Faroe Islands]]
[[se:Fearsullot]]
[[sh:Farski Otoci]]
[[simple:Faroe Islands]]
[[sk:Faerské ostrovy]]
[[sl:Ferski otoki]]
[[sq:Ishujt Faroe]]
[[sr:Фарска острва]]
[[sv:Färöarna]]
[[tg:Ҷазираҳои Фаро]]
[[th:หมู่เกาะแฟโร]]
[[tr:Faroe Adaları]]
[[uk:Фарерські острови]]
[[vec:Ixołe Fær Øer]]
[[war:Feroe nga Islas]]
[[zh:法罗群岛]]
[[zh-min-nan:Mî-iûⁿ Kûn-tó]]