Munurin millum rættingarnar hjá "Tollaksmessa"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
s Nýggj síða: '''Tollaksmessa''' er 23. desember. Heitið tollaksmessa ella tollaksmessudagur verður nýtt í Føroyum og í Íslandi. Danir rópa dagin "Lille juleaften", og ...
 
Óli (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
'''Tollaksmessa''' er [[23. desember]]. Heitið tollaksmessa ella tollaksmessudagur verður nýtt í [[Føroyar|Føroyum]] og í [[Ísland]]i. Danir rópa dagin "Lille juleaften", og hetta heitið, [[lítli jólaaftan]], hevur eisini fest rót í Føroyum.
Tollaksmessudagur er uppkallaður eftir íslendskum bispibiskupi, nevndur [[Tollakur Tórhallsson]], sum varð føddur [[á Líðarenda]] í Íslandi í 1133, og doyði tann [[23. desember]] 1193.
Tollakur var settur í skúla, og longu 15 ára gamal, varð hann diakonur. 19 ára gamal varð hann prestvígdur og í tíðarskeiðinum 1153 til 1159 las hann í París og Lincholn í Onglandi. Í hesari studentatíðini, varð Tollakur sterkt ávirkaður av augustinsku[[augustin]]sku kirkjutuktini, sum m.a. umfataði cølibat fyri kirkjumenn.
 
Tá Tollakur kom heimaftur til Íslands, varð hann settur sum prestur og rektari við kirkjuna í Kirkjubær, og seinni gjørdist hann abbati í augustinarakleystrinum í Thykkvibær.
 
Tann [[3. februar]] í 1178, varð Tollakur vígdur til bisp. Hann fór beinanvegin undir at reformera íslendsku kirkjuna, stuðlaður av Eyðsteini, erkabiskupi í Niðarósa. Hann yvirtók tær privatu kirkjurnar, bannaði prestum at gifta seg og royndi at steðga handlinum við kirkjuligum embætum
Broytingarnar eydnaðust ikki heilt, og Tollakur gjørdist í staðin óvinur við flestu íslendsku høvdingarnar.
 
Longu stutta tíð eftir at hann var deyður, varð Tollakur mettur sum heilagur, og í 1199 lýsti íslendska [[altingið]] hann sum [[halgimenni]]. Hann varð ongantíð kanoniseraður av pávasetrinum, menn í [[1985]] staðfesti [[Jóhannes Páll II]] [[pávi]], altingsviðtøkuna og lýsti Tollak sum verndarhalgimenni Íslands. Tollakur er einasta [[katolisisma|katólska]] halgimenni, ið er halgaður av einum tingiðtingi.
Eftir hvat sigst, skulu leivdir av Tollaki liggja í halgiskríninum í [[Kirkjubømúrurin|Kirkjubømúrinum]].
 
Tollaksmessudag løgdu fólk seinastu hond á jólafyrireikingarnar. Í Føroyum gjørdu konurnar klædnapløggini liðug, sum skuldu latast børnunum í jólagávu. Eisini munnu tey hava fyrireika jólamatin og baking, sum skuldi nýtast á jólum.