Munurin millum rættingarnar hjá "Jákup í Skemmuni"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
'''Jákup Pauli Christansen''', vanliga nevndur '''Jákup í Skemmuni''', er føroyingur, búsitandi í [[Svendborg]] í [[Danmark]]. Hann er føddur [[27. oktober]] [[1951]] í [[Vágur|Vági]]. Flutti 12 ára gamal til Sands, har hann vaks upp í Skemmuni.
 
Las við [[Odense Universitet]] (nú [[Syddansk Universitet]]) og tók cand.phil.-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum. Jákup í Skemmuni er serliga kendur sum týðari. Jákup í Skemmuni hevur týtt umleið 140 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, fyrst og fremst [[barnabók|barna]]- og [[ungdómsbók|ungdómsbøkur]], men eisini norðurlendskar [[klassikari|klassikarar]] sum Keisarin av PortugáliaPortugáliu eftir [[Selma Lagerlöf|Selmu Lagerlöf]].
 
Jákup í Skemmuni fekk í [[1986]] [[Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs]] fyri týðingar- og útgávuvirksemi sítt, og í [[1994]] læt [[Rithøvundagrunnur Svøríkis]] honum virðisløn fyri at týða svenskar bókmentir til føroyskt.